Lýsing
Lýsing

Náttúrulundin við Streymin - Ein sólskynssøga

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  30.09.2019 - 11:16 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Náttúrulundin við Streymin er komin væl ávegis. Fyrstu trøini síggjast nú í økinum, bæði norðanfyri og sunnanfyri Brúnna um Streymin Streymoyarmegin.

Tað gav afturljóð í føroyska politiska kjakinum, tá tað frættist at “Edmund Joensen hevði fingið 10 milliónur frá Fólkatinginum” til at fara undir eina náttúrulund  við Streymin.

Søgan ein onnur

Norðlýsið hevur vitjað við Streymin, og vit hava fingið at vita frá Edmundi, at soleiðis hekk veruleikin um Náttúrulundina als ikki saman.

Edmundur er sera prátingarsamur tá vit ganga runt á økinum Streymoyarmegin. Hann er sum vera man “fangaður” av projektinum og greiður fryntliga frá.

Tankin

Í mong mong ár, hava vit tosað um møguleikan, at skapa eina lund og eitt fríøkið her í økinum um Streymin. 

Hetta er eitt serstakt øki í Føroyum. Økið liggur mitt í Føroyum, stutt er til Norðuroyggjar, Havnar og til Vágarnar. Her er stórt og slætt báðu megin sundið og sum tú sært, so hevur byggingin tikið dik á seg Eysturoyarmegin hesi fáu seinnu árini.

Spennandi sund

Smala sundið frá Norðskála til Oyrar er sera spennandi náttúrufyribrigdi. Sera streymhart er í sundinum, grunt er har brúgvin gongur tvørtur um. Sjálv siglingarrennan er einans 4 metur á miðalvatni.  Sundið dýpist aftur norðanfyri Norðskála og suður móti Oyri. 

Har sundið er smalast, er eisini sera grunt, hetta hevur við sær, at sólin sær á botn og tí er eitt yðjandi lív í her, bæði av gróðri, fiski og fugli. Her sæst sjófuglur kava eftir eftir skeljum og smádjórum alt árið.

Síggið fyri mær ein stórbý

Hyggur tú upp á land aftur, so sært tú, at her er sera nógv byggilendi. Eg síggi fyri mær, at her fer at liggja ein stórbýur um eini 50 til 100 ár.

Tað eru hesar hugsanir, sum hava fingið okkum í gongd við ætlanina um lundina. Vit hava hildið tað vera sera umráðandi, at vit fara í gongd nú við okkara ætlanir,  áðrenn byggingin ótálmað fer avstað við hesum ótrúliga áhugaverda økinum.  Lundin skal nevniliga vera ein frístaður mitt í býnum, sum vit hugsa okkum kemur at vaksa upp her frameftir.

Svend Auken, ein føroyavinur

Tað sum eisini setti gongd á dreymin var,  at eg møtti danska politikaranum og javnaðarmanninum Svend Auken, sála og konu hansara, Onnu Vivel, í Havn. Hann var ein føroyavinur burturav og var í Føroyum og ferðaðist. Vit fingu eitt prát í Havnar gøtum og eg tók mær faktiskt tíð til hansara. Beyð teimum við mær ein túr norðureftir at síggja okkara vøkru oyggjar á norðurendanum av Føroyum.

Vit steðgaðu eisini á her á Oyrabakka og segði eg teimum frá dreymum og ætlanum okkara um økið her. Tað var eisini sera áhugavert hjá mær at koma so tætt inn at einum donskum politikkara, sum var limur av Fólkatinginum og hevði arbeitt í donskum politikki leingi, tí sjálvur fekst eg eisini við politikk.

Fekk ein seðil í hondina

Áðrenn vit skiltust, stakk hann mær ein seðil í hondina við navninum á Aage V. Jensen, grunninum og helt, at vit áttu at roynt at søkt hendan grunnin. Tá eg so bleiv fólkatingsmaður, fór eg at tosa við grunnin um møguleikan at stuðlað okkara ætlanum. Tey søgdu mær, at hetta var ein møguleiki hjá teimum at taka lut í. Men,  lagt varð afturat, at tey máttu fáa eitt fullfíggjað projekt at taka støðu til, um grunnurin skuldi upp í okkara ætlanir.

Gjørdu eitt projekt

Hetta bleiv so næsta stigið hjá okkum, at fella tankar okkara við náttúrulundini niður á pappír. Vit fingu sera hollan stuðul frá Tróndi Leivsson, stjóra á Skógrøkt Landsins tá, Og eisini hava vit fingið hollan stuðul frá núverandi stjóranum Michael Jacobeus, til hetta arbeiðið. Hattin av fyri slíkum embætismonnum. 

Eftir at Aage V. Jensen Charity Foundationt hevði fingið umsókn okkara, komu nevndarlimirnir nakað seinni til Føroya at kunna seg um málið og at halda fund. Tey komu ymsa staðni frá úti í heimi.

Vóru á floti

Vit gjørdu sum vera man nógv burturúr teimum, vit vóru á floti við teimum, settu línu og ferðaðust við teimum kring landið. Eisini góvu vit teimum so neyva kunning um ætlan okkara við Náttúrulundini, sum vit nú einaferð kundu.

Fundaðust í smáttini

Tey vitjaðu eisini heima hjá mær og konuni Edfríð. Her vit fingu eina góða máltíð og vit vísti teimum eisini á tað, sum vit høvdu gróðursett á ogn okkara. Møguliga hjálpti hetta til, at byggja undir tað vit høvdu lagt fram. Áðrenn vitjanin heima hjá okkum var at enda komin, spurdu tey, um tey kundu lána smáttuna, sum vit hava her úti í garðinum, til at halda fund í. Tað játtaði vit sjálvandi. Almenna fráboðanum av fundinum var tó gjørd var til ein døgurða hjá Tórshavnar kommunu í móttøkuhúsunum hjá Tórshavnar býráð. Her kunngjørdu tey fyri okkum, at tey høvdu avgjørt, at lata 10 milliónir krónur til Náttúrulundina 

Hetta vóru góð boð at fáa. Men samstundis bant hetta eisini okkum, at fara meira málvíst í gongd. Fyrst var at fáa økið til keyps.

Fýra øki

Í uppskotinum skal Náttúrulundin fevna um fýra øki, eitt sunnanfyri og eitt norðanfyri brúnna um Streymin Eysturoyarmegin, og eitt øki sunnanfyri og eisini eitt norðanfyri brúnna um Streymin Streymoyarmegin.

Tað tók sína tíð. Streymoyarmegin var stórsti parturin ogn, so har skuldi umbøn okkara ígjøgnum nógvar hendur, ímeðan tað gekk heldur skjótari Eysturoyarmegin, her næstan alt var kongsjørð.

120.000 fermetrar av jørð

Men vit keyptu so alla jørðina. Tó, einaferð var upp á tal at leiga í 100 ár, men tað forðar lógin fyri, so tað endaði við at vit keyptu alt og kostaði jørðin okkum um 4,5 milliónir krónur, tá matrikulering og tinglýsing eru tald við. Báðu megin Streymin hava vit keypt umleið 120.000 fermetrar av jørð. Til sammetingar kann kanska nevnast, at viðarlundin í Havn er um 80.000 fermetrar.

Limafelag

Felagið Náttúrulundin við Streymin er skipað á sama hátt sum eitt fótbóltsfelag, limatalið liggur um 150 og er alsamt vaksandi, øll kunnu gerast limir og tað kostar einki. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki og aðalfundur verður hildin á hvørjum ári. Alt arbeiði í felagnum er ókeypis. Vit hava eina fráboðanarketu, har boð verða givin limum hvørja ferð eitthvørt skal gerast ella tá fundir eru.

Fýra øki

Náttúrulundin er býtt í fýra øki, har øki 1 er sunnanfyri brúnna Eysturoyarmegin, øki 2 er norðanfyri. Øki 3 er norðanfyri brúnna um Streymoyarmegin  og øki 4 sunnanfyri á Streymoynni.

Byrjað var at planta drena og grava í øki 3, har omankoyringin til økini Streymoyarvegin eisini bleiv gjørt oman við brúnni og suður undir brúnni til øki 4. Umframt hevur Sunda Kommuna eisini gjørt parkeringshyllar í økinum, har tey, sum vitja kunnu seta bilarnar frá sær. 

Nógv gróðursett

Nú er so eisini velt, grivið  og gróðursett í øki 4 frá brúnni og suðureftir Streymoyarmegin. Umframt er eisini gjørd ein sera vøkur tjørn beint sunnanfyri brúnna. Umframt at grivið er fyri gongugøtum í økinum, eru stór mógvøkið velt og drena, fyri at gera økið betur egnað til gróðurseting.

Í komandi ári

Arbeiðið sum vit hava gjørt higar til, er í høvuðsheitinum gjørt Streymoyarmegin. Tá eg spyrjið Edmund um nær nakað fer at henda eysturoyarmegin, sigur Edmund at ætlanin er, at fara undir arbeiðið komandi ár.

Væl móttikið

Vit hava longu nú sæð, hvussu væl fólk hava tikið ímóti hesi ætlanini. Fólk hava brúkt nógvar arbeiðstímar uppá at plantað, hegnað og at taka sær av ymiskari røkt av lundini. Men vit síggja eisini longu nú at fólk koma hendan vegin úr øllum landinum, at ganga sær ein túr ígjøgnum øki, og tey eru ikki so fá, sum koma hendan vegin fyri at fylgja gróðrinum, nú trø og runnar eru byrjað at vaksa.Til tunga jørarbeiðið sum at drena, velta og gera gøtur, hava brøðurnir Trúgvi og Evald Joensen staðið fyri og hava teir gjørt eitt megnar arbeiðið.
 

Tú átti at komið vestur

Beint undan evstamarki á Norðlýsinum ringdi eg til Edmund at biðja hann lesa greinina ígjøgnum áðrenn blaðið fór til prentingar. Hann var minst líka eldhugaður tá, sum tá eg á fyrsta sinni setti meg í samband við hann, um hesa greinina: “Tú átti at komið vestur higar ein túr í morgun. Tað er mentanarvika her í kommununi, og eg síggi yvir á økið Streymoyarmegin, har hópin av ungdómum og børnum renna í økinum - tú hevði fingið nakrar góðar mynd

Lýsing
Seinastu tíðindini
David Langgaard til AB
Brotin vallyfti, bringuprýðið hjá Jenisi…
Frælsishetjan Jenis
Minningarorð um Snæbjørn Hansen
Ársins leikari í gipsi komandi tíðina
Svarti fríggjadagur nærkast
Krúndiamantbrúðarparið Gretha og Levi J…
Tjóðleik­hús inn á Skálafjørðin
Fólka­flokku­rin í 2017: Viðurkennið Jerus…
Vinn eitt pláss á temadeg­num við Svend B…
Ruðuleikin í samband við menningar­kvotur…
Útróður í dag
Føroysk sendistova í Ísrael
Hesum kann KÍ møta í Champions League
Sambýlið í Bøgøtu verður umskipað
Hentar og hondgjørdar jólagávur í Klaksv…
Lat djúpvatnstrolarar­nar fáa tonsini
Rósa spyr um børn og ung við álvarsligum…
Steffan spyr Kaj Leo um fosturtøkur
U21-lands­dystu­rin er avlýstur