Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Legg árar út og rógv út á Skálafjørðin

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  06.10.2019 - 13:21 Mentan

Konsert í Løkshøll fríggjadagin, 4. okt kl 20:00

Kvinnukórið, Suð.

 

Legg árar út og rógv út á Skálafjørðin

og legg at við Løkshøll.

Far og lurta eftir vøkrum kvinnurøddum

og knávum jasstónleikarum -

øll í væl klæddum tónleika búna…

í út- og innsúgi,

sum setti sín dám á eina lyndrandi

tónleikastund bæði í sál og sinni

og í innastu lund.

 

Komu hesar vøkru sangrøddir

undan tí lívgandi skarðlendinum

í Norðoyggjum - við fjallarendur

úr malargróti væl greiddar og sniðgivnar

við vakrar, vatndrivnar strendur.

 

Komu inn á pallin so litríkar,

brosandi, inntonktar, hjómhvítar

reyðlittar, grønar, gulligar og væl dæmdar

í øllum ælaboga litum.

Eitt livandi listaverk,

sum setti seg í okkara innastu sál -

um ein ríkan, tónsettan vál.

 

Set teg á tína brík.

Sit í kyrru og njót

hesa ljómandi, onddrivnu kvirru

á sang rákaleið saman við

vøkrum songfuglakvinnum.

 

Hárlokkar stroyma sær í sangvindi

Í dur og mol í rýtmiskum seiðalygnum á sjónum -

aldudrivnum afturundirgerðum á vágni.

Út við sævarklett,

har vakra duni frá jasstónleika monnum

lata løtuna í ein

væl ílatnan, dreymfyltan einglanna

rýtmiskan frumgróður.

 

Allur hesin ljómur letur tína ond-

í rond og vond upp til

tær vøkru tónsettu fragdarløturnar

í lívsins spunatráði-

Solistarnir James Olsen og Guðrun Sólja Jacobsen

lótu solorøddir sínar

í eina so snøgga rás – í ein vónríkan,

livandi kærleikans ás.

 

Tú vart væl ílatin av Steinvør Fonnsa

dugnaligu kórleiðslu hondum -

livandi, ljómfyltu, hárlokkum,

sum livdu í tí litríka ljósinum,

sum spældi sær

millum durastav, vegg

kórsangara andlitabrøgd

og jasstónleika frumgróður.

 

Endi: Reyða hjólbøran

Alexandur Kritiansen týddi eftir William Carlos Williams

 

So nógv velst

um

 

Eina reyða hjólbøru

glinsandi

 

av vætu

millum

 

hvítan

flogfenað.

 

Heilsan Frits

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…