Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bæði fólk og pallmyndin í Dagur og viku hjá Kringvarpinum eru fyri broytingum í hesum døgum | Mynd: kvf.fo

Byltingartíð í Kringvarpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.10.2019 - 21:53 Leiðarin Mentan

Líkt er nú til, at stór útskifting er í Kringvarpi Føroya, og teir høgrasinnaðu atfinnararnir av Kringvarpinum munnu nú veruliga síggja reytt. Sosialurin visti í gjár at siga, at fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin fyri Javnaðarflokkin, John Johannesen, og fyrrverandi forkvinnan í Unga Tjóðveldi, Barbara Holm, fara nú í KvF, síðstnevnda í Dag og Viku.

Sjúkrahúsverkið hevur eina sonevnda »rotatiónsskipan«, har nýggir læknar koma runt í skipanini og sleppa at nema sær royndir á ymiskum sjúkrahúsum. Uttan at nøkur tílík formaliserað rotatiónsskipan er í miðlaheiminum, tað vit vita um, so tykjast fjølmiðlafólkini í miðstaðarøkinum at skifta nógv millum ymisku miðlahúsini har.

Fyri ikki so langari tíð síðani frættist, at Sigrún Brend, Bogi Godtfred og Johnsigurd Johannesen góvust sum vertir í Degi og viku, og fyribils tykist Barbara Holm skula fylla skógvarnar hjá teimum. Hon hevur royndir úr Miðlahúsinum, serliga sum blaðstjóri á Sosialinum, men gavst í hesum starvi fyrr í ár og skal nú royna seg í Kringvarpinum. Umframt hana verður John Johannesen journalistur.

At fólk koma til KvF úr øðrum miðlum í høvuðsstaðnum er onki nýtt. Áður eru eisini Brynhild Thomsen, Heini Gaard og Georg L. Petersen komin úr Dimmalætting og yvir í Kringvarpið, eins og Sólvit Nolsøe og Jón Brian Hvidtfeldt eru komnir frammanundan Barbaru Holm úr Miðlahúsinum og yvir í Kringvarpið.

Spurningurin er, hví Kringvarpið velur at gera hesa stóru útskiftingina nú. Frammanundan eru Rógvi Olavson, Jan Lamhauge, Liljan Weihe, Óluva Zachariasen og Beinta Løwe farin í antin farloyvi ella onnur størv, og tí er sjálvsagt neyðugt við nýggjum starvsfólkum. Tað kann sjálvsagt vera rein tilvild, at so mong fara í senn, og at tað liggur so tætt við stjórnarskiftið 14. september. Men tað er heldur onki at siga til, at fólk gera sær tankar um hesi tingini.

Tað slepst ikki undan at hugsa um tað politiska í málinum. At eitt nú Beinta Løwe segði stovninum farvæl og gjørdist tingkvinna fyri Tjóðveldi, samstundis sum onnur eisini góvust í KvF, merkti, at Sólvit Nolsøe, ið hevur stillað upp fyri Fólkaflokkin, og Georg L. Petersen, ið hevur stillað upp fyri Sambandsflokkin, myndaðu tíðindadeildina í sjónvarpspartinum burturav. Um tað er tilvitað ella ikki, veit ongin, men fólk kunnu hugsa, at Barbara Holm og John Johannesen við sínu reyðu fortíð kunnu vera mótvektir til vertin og tíðindaleiðaran við bláari fortíð.

Merkisvert er eisini, at størvini hjá Barbaru Holm og John Johannesen eru sett tíðaravmarkað í einans 6 mánaðir. Tað merkir, at vit helst fara at síggja onnur taka við komandi vár, og alt hetta fellir saman við, at Dagur og vika hevur fingið nýtt studio og nýtt konsept, skal meira kring landið.

Eftir øllum at døma er byltingartíðin í Kringvarpinum bert byrjað, og vit fara at síggja eitt at kalla nýtt Kringvarp Føroya blíva til teir komandi mánaðirnar, ið hvussu er hvat tíðindapartinum viðvíkir. Bert tíðin kann vísa, um tað fer at vera til tað verra ella til tað betra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík