Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bretland og ES hava gjørt avtalu um Brexit

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  17.10.2019 - 11:41 Politikkur Tíðindi

Hóast stuðulsflokkurin hjá Bretsku stjórnini gjørdi greitt í morgun at tey ikki kunnu taka undir við tekstinum í avtaluni, so boða baði bretska stjórnin og forsetin í ES frá at ein avtala er komin í hús millum partarnar.

Hóast hetta er góð tíðindi, so er langt á mál, tí tað hava tríggjar avtalur verið gjørdar áður meðan Theresa May var bretskur forsætismálaráðharri. Hon gjørdi tríggjar avtalur við ES men parlamenti í Bretlandi feldi allar við stóru meiriluta.
Viðmerkjarar siga at tá stuðulsflokkurin hjá bretsku stjórnini hava tikið sín stuðul aftur ”eru stararnir í kolanáminum deyðir”, sum merkir at longu nú er greitt at avtalan fellur í Bretska parlamentinum. Orsøkin er at flestu parlamentslimir halda at avtalurnar sum higartil eru gjørdar við ES um Brexit als ikki eru nøktandi fyri Bretland.
 
Sum støðan er í løtuni er mest sannlikt  at bretski forsætisráðharrin skrivar út val til parlamenti so skjótt sum parlamenti hevur felt nýggjastu avtaluna.

Hetta merkir samstundis at Bretland (Ongland, Skotland, Norður Írland og Wales) verða verandi í ES til eftir parlamentsvalið sum óiva endar við nýggjari fólkaatkvøðu. 

Og júst nú váttar Norður Írski Sambandsflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá Boris Johnson, at tey ikki einans eru skeptiskir um nýggju avtaluna, men at tey eisini fara at atkvøða ímóti avtaluni í bretska parlamentinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn