Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindmyllulundin hjá SEV í Húsahaga. | Mynd: Kelda: SEV.fo

Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kassan?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  17.10.2019 - 14:20 Tíðindi Vinna

Í Føroyum verður ofta sagt, at umleggingin til grønar orkukeldur fer at kostað okkum 7 milliardir krónur. Hetta svarar til 35% av okkara BTÚ. Í Danmark verður mett, at framfýsnu ætlanirnar um at minkað útlátið við 70% í 2030 kostar dønum 30 milliardir krónur árliga svarandi til 1,4% av teirra BTÚ.

Onkuntíð brennir okkurt tal seg so fast, at tað blívur ein veruleiki í sjálvum sær. Eitt sovorði tal er ørandi upphæddin á 7 milliardir krónur, sum ferð eftir ferð er nevnt sum metti kostnaðurin fyri at gera visjónina um einar grønari Føroyar í 2030 til veruleika. Ella tað hevur í øllum førum brent seg fast hjá mær, tí hendan upphæddin svarar til 35% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Tá eg í farnu viku læs grein eftir Peter Birch Sørensen, fyrrverandi formann í danska búskaparráðnum og klimaráðnum, undraði tað meg tí ikki sørt, at professarin staðfestir, at tær mest pessimistisku metingarnar hjá Dansk Erhverv av kostnaðinum fyri at minkað teirra útlát av vakstrarhúsgassum við 70% í 2030 er 30 milliardir krónur. Hetta svarar til 1,3% av danska BTÚ.

Hetta ruggar ikki rætt. Ella hvat? Eru vit so langt aftanfyri danir, at tað fer at kostað okkum triðingin av allari virðisskapanini eitt ár at umleggja til varandi orkukeldur, meðan danir einans skulu av við búskaparvøksturin tað eina árið?

Vakstrarhúsárinini skulu takast í størri álvara

Ungfólk okkara taka tíbetur avbjóðingina við vakstrarhúsgassum í størsta álvara í hesum døgum, nú Greta Thunberg av álvara hevur sett málið á altjóða dagsskránna. Sostatt skipað tey fyri mótmælisgongu hvønn fríggjadag fyri at fáa politisku skipan okkara at vaknað. Stóru vinnulívsfyritøkurnar taka eisini umhvørvisárini av virksemi teirra í stórum álvara, sum sást aftur á ársins vinnudegi, har Bob Geldof var boðin at leggja føroyska vinnulívinum lag á at gerast meira burðardygg. Og Bakkafrost vann heiðurin sum ársins átak fyri íløgur teirra í biogassverkið FØRKA vísandi til teirra íkast til einar burðardyggari Føroyar. Eisini eru privatu orkufeløgini Magn og Effo alment blivin forsprákarar fyri skiftinum til grønari orkukeldur.

Ungfólkini og vinnulívið taka avbjóðingina í størri álvara enn politiska skipanin. Í 2009 samtykti Føroya Løgting einmælt veðurlagspolitikk Føroya, har yvirskipaða málið var, at vit skulu skerja okkara útlát av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005. Í 2005 var útlátið av vaksrarhúsgassum áleið 800.000 tons av CO2 eindum. Í 2018 var útlátið 1,2 mió. tons. Fyri 10 árum síðani setti politiska skipanin sær fyri at minkað útlátið við 20%, men í staðin er útlátið økt við 50%.

Gongdin í útlátinum av veðurlagsgassum í mun til 2005 saman við málinum um at minkað útlátið við 20% í 2020.

Fesk frágreiðing frá Umhvørvisstovuni skjalfestir, at útlátið av vaksrarhúsgassi hjá føroyska samfelagnum enn einaferð setti met í 2018. Árligi vøksturin var 12% í 2018 og 20% í 2017.

Vit kunnu róliga staðfesta, at tað nyttaði lítið at seta sær framfýsin mál í 2009, tá ongin verulig politisk átøk eru framd fyri at røkka málunum. Vakstrarhúsárinini eru verulig og í stóran mun íkomin av økta virkseminum hjá mannaættini – eisini í Føroyum. Tí er tað eisini gott, at bæði ungfólk og vinnulív vísir politisku skipanini á tørvin á eini ítøkiligari politiskari ætlan. Men neyðugt er eisini við búskaparligum skynsemi í hesi ætlanarlegging.

Framfýsin mál uttan politiska raðfesting

Í 2015 setti fráfarna samgonga sær fyri, at í 2030 skuldi øll upphiting á landi og alt brennievni til akfør koma frá varandi orkukeldum. Helmingurin av málinum skuldi røkkast í 2025 og restina innan 2030. Brenning av olju er nógv tann størsta keldan til okkara útlát, tí er tað eisini skynsamt at seta inn í mun til orkunýtslu okkara.

Í farna samgonguskeiði hendi tó ikki so nógv ítøkiligt við grøna orkuskiftinum, men nakrar tilllagingar blivu tó gjørdar í lóggávuni, ið skuldi stuðla undir ætlaðu elektrifiseringina av føroyska samfelagnum. Grundhugsanin við elektrifiseringini er, at vit borgarar skulu skifta yvir til hitaskipanir og akfør grundað á elorku, meðan okkara elorkuframleiðsla skal skifta yvir til varandi orkukeldur sum sól, vind og vatn. Eitt stórt vindorkuútboð bleiv eisini gjørt í summar – í farna samgongutíðarskeiði – sum nú eftir løgtingsvalið er avgreitt og inniber eina munandi minking í oljunýtsluni í elorkuframleiðsluni hjá SEV frá 2021.

Brúkarar eru eisini í ávísan mun farnir yvir til at brúka hitaskipanir við varandi orkukeldum, meðan el-bilarnir framvegis bert eru ein viðfáningur av samlaða bilatalinum í Føroyum. Meira nágreiniligt eru 160 el-akfør skrásett í mun til gott 33.000 akførini tilsamans. Og tað er her hasar 7 milliardirnar koma inn í leikin.

Kann kostað okkum 6 milliardir krónur

Tað er ikki kostnaðarleyst hjá 18.000 húskjum at umleggja til varandi orkukeldur. Um vit siga, at kostnaðurin er kr. 100.000 fyri eina nýggja hitaskipan, og at tað eru 2500 hús, ið longu hava grøna hitaskipan, er skjótt at roknað út, at tað vil kostað húskjunum 1,5 milliard krónur at skifta yvir. Leggur tú kostnaðin fyri at skifta akførini út aftrat, kemur tú upp á tær 3 milliardir krónurnar, ið húskini skulu spjaða til fyri at fremja ætlaða grøna orkuskiftið.

At leggja elorkuframleiðsluna um til varandi orkukeldur er heldur ikki kostnaðarleyst. Tað kostaði SEV slakar 200 mió.kr. at byggja eina vindmyllulund í Húsahaga, sum stendur fyri áleið 15% av orkuframleiðsluni nú. Men um øll okkara orkunýtlsla skal elektrifiserast, verður roknað við, at elorkuframleiðslan skal tvífaldast í tíðarskeiðnum fram til 2030. Sostatt skulu nógvar vindmyllulundir byggjast aftrat, umframt at ein sonevnd vatnorkupumpuskipan má gerast fyri áleið hálvaaðru milliard krónur, ið skal tryggja gagnnýtsluna av vindorkuni.

Tann eina milliardin í roknistykkinum upp á 7 milliardir krónur er tó longu brúkt. Tað er kostnaðurin fyri at uppstiga Sundsverkið, sum eisini framyvir kann vera ein garantur fyri veitingartrygdini hjá SEV. Men tað er skeivt at taka hesa milliardina við í roknistykkið, tá metast skal um politiskar raðfestingar framyvir, tí tann milliardin kann ikki brúkast aftur.

Men samanlagt kann kostnaðurin sostatt koma upp á 6 milliardir krónur fyri at umleggja alla orkunýtslu á landi til varandi orkukeldur innan 2030. Og tá orkunýtlslan á landi er áleið helmingin av samlaðu orkunýtsluni (fiskiflotin stendur fyri hinum), vil hetta viðføra eina 50% minking í útlátinum í 2030 í mun til í dag, sum er nógv minni framfýsi enn ein 70% minking í mun til 1990, sum er málið hjá dønum.

Útlát av vakstrarhúsgassi í 2018. Bunkringin hjá útlendskum fiskiskipum er íroknað og svarar til helmingin av partinum hjá fiskiskipum. Kelda: Frágreiðing hjá Umhvørvisstovuni, oktober 2019.

Fiskivinnan dálkar, men sleppur undan krøvum

Hóast táverandi samgonga setti sær framfýsin mál um minking av útlátinum, hevði hon tó onki ítøkiligt mál um minking av útlátinum frá fiskivinnuni, hóast fiskivinnan stendur fyri nærum helmingin av útlátinum. Í veðurlagspolitikkinum frá 2009 samtykti Føroya Løgting annars, at framtíðar fiskvinnupolitikkurin skuldi stuðla undir eini menning fram ímóti, at flotin fremur orkuoptimering og brúkar orkusparandi loysnir. Sjálvur var eg formaður fyri nýskipanarnevndini í farna samgonguskeiðnum og í tí 10 síður drúgva arbeiðssetninginum bleiv ikki grett orð um at fremja hesa dagsskrá í nýggju fiskivinnulóggávuni.

Í farnu viku almannakunngjørdi núsitandi samgonga nýggja fiskivinnulóggávu, men heldur ikki her sæst nakað serligt aftur til politiska málið um einar grønari Føroyar í 2030. Í samgonguskjalinum verður annars sagt, at nýggja fiskivinnuskipanin skal elva til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umvørvisliga burðardygd.

Tað kann undra, at landsstýrið ikki nýtir høvi til eisini at innarbeiða umhvørviskrøv til nýbygningar í flotanum í nýggju lóggávuna, tí tað er lítið at ivast í, at vit her hava ein tann mest effektiva mátan at minkað um útlátið hjá føroyska samfelagnum. Her skal sjálvandi takast atlit til kappingarførið hjá vinnuni, men onnur fiskivinnulond seta líknandi krøv. Ein avgjaldsskipan, har fiskiførini rindað í mun til teirra útlát vil eisini skunda undir eina grøna umlegging. 

Grafurin lýsir ætlanin í nýggja veðurlagspolitikkinum. Kelda: Veðurlagspolitikkur Føroya 2020-2030, www.hmr.fo

Ætlanin má vera búskaparliga skynsom

Við støði í nevndu tølum frá almennum frágreiðingum og metingum má staðfestast, at tað fer at vera munandi dýrari hjá føroyingum enn dønum at gerast umhvørvisliga buðardyggari í 2030. Tess størri týdning hevur tað, at landsins myndugleikar gera hetta so búskaparliga skynsamt sum gjørligt. Ein viðkomandi spurningur er eisini, um vit veruliga eiga at skunda okkum so nógv.

Uppskot til nýggjan veðurlagspolitikk fyri Føroyar bleiv handað fráfarna Landsstýri á sumri 2019 – mitt í agurkutíðini, tí hevur frágreiðingin stórt sæð onga umrøðu fingið. Í hesum politikki verður skotið upp sum mál, at útlátið á landi verður skorið við 45% í 2030 í mun til 2010, meðan tiltøk verða sett í verk fyri at tálma útlátið frá skipum, soleiðis at útlátið á sjónum skal vera skert 50 prosent í 2050. Hetta er munandi minni framfýsið enn upprunaliga málið hjá fyrrverandi samgongu í samgonguskjalinum frá 2015, har stórt sæð alt útlát á landi skuldi vera burtur í 2030.

Hetta skal síggjast í mun til Parísavtaluna, sum Føroyar hava undirritað og fær gildið frá 1. januar 2020, sum mælir heimsins londum til at minkað um sítt útlát við 45% innan 2030, og at útlátið í 2050 ikki er meira, enn trø, plantur og hav kunnu upptaka. Men sambært Parísavtaluni skulu lond taka ábyrgd eftir førimuni. Tað er heilt vist skilagott, at føroyska samfelagið ásetir eitt meira realistiskt mál fyri 2030 enn, at øll orkunýtsla á landi skal vera frá varandi orkukeldum. Helst er 45% niðurskurður í 2030 í mun til 2010 eisini órealistiskt. Síðst vit settu okkum eitt órealistiskt mál á 20% niðurskurð í 2020, endaðu vit við 50% vøkstri í útlátinum.

Í Danmark verður tosað um, at størsta minkingin í útlátinum skal henda í landbúnaðinum, tí tað kostar samfelagnum minst at minkað útlátini frá hesum geiranum. Tíverri fyriliggja ongar samfelagsbúskaparligar útgreiningar av, hvar føroyska samfelagið við minsta kostnaði minkar um útlátið av vakstrarhúsgassum næstu 10 árini. Men tað er eitt nú sannlíkt, at tað vil vera skynsamt at lata orkunýtsluna á sjónum bera ein part av tillagingini í sambandi við eina endurnýggjan av fiskiflotanum.

Eisini er tað samfelagsbúskaparligari skilabest at lata fleiri veitarar standa fyri framleiðsluni av varandi elorkuni, tí hetta vil tryggja kapping og nýskapan í loysnunum. Hetta hóast kommunalpolitikkarar óiva vilja royna at verja borgina hjá gamla monopolistinum vísandi til vandan fyri privatum vinningi. At enda vil tað vera skilabetri við yvirskipaðum studningsskipanum frá tí almenna til umlegging til grønari hitaskipanir og akfør hjá føroysku húskjunum enn at stimbra undir nýtsluna av ávísum hitaskipanum og akførum.

Sí eisini aðra grein um sama mál, ið verður at lesa í Norðlýsinum í komandi viku: "Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassan".

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein stórur hvalur er strandaður á Listas…
Lagnuval í Bretlandi
BankNordik lækkar rentuna á bústaðarla…
Elin hjá Ottu 90
Eru vanligar búskaparreglur galdandi í F…
KVF - ikki gott nokk!
EB/­Streymur og Jákup Martin halda fram
Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægs…
Fleiri áarlop hesa vikuna
Hagafundur fyri Strandahaga
Lands­stýrið brýtur stýrisskipa­nar­lógina
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt l…
Núpur landar hósmorgunin
Tónlistar­skúlin jóla­konsert í Miðhøllini
Kvikk landaði á Kósini í morgun
Kina keypir 8% av føroyska útflutninginu…
Navnið er Nema
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Lýsing