Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Ann Kristin Westberg, norskur samráðingarleiðari, Fabrizio Donatella, formaður og ES samráðingarleiðari og Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari. | Mynd: fisk.fo

Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.188 tons

SKRIVAÐ: Fiskimálaráðið  |  17.10.2019 - 15:39 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava í dag undirritað semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2020. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar á Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London, sum var longd í Bergen 29. november 2018.

Sambært semjuni, sum varð undirritað í dag, verður mest loyvda veiða (MLV) 922.064 tons í 2020. Føroyska makrelkvotan verður sostatt 116.188 tons í 2020 samsvarandi býtislyklinum í Makrelsemjuni frá 2014.

Við samráðingarlok í dag avhendi ES formansskapin fyri strandarlandasamráðingarnar um makrel til Noreg.

Semjan kann lesast her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík