Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna respektleys

SKRIVAÐ: Heimafriður  |  18.10.2019 - 07:21 Kykmynd Tíðindaskriv Vinna

Hóast Heimafriður í morgun heitti á Klaksvíkar kommunu og havn um at skipa soleiðis fyri, at skipini larma sum minst, so hirðir, hvørki kommunan ella Klaksvíkar havn at svara til borgarar sínar.

Tað er nemliga soleiðis, at tað ger ikki tað sama fyri larmin, hvønn veg eitt skip vendir. Eitt av skipunum við bryggju í Norðhavnini, Lazurnyy, larmar munandi verri, tá hann liggur við bagborðssíðu til. Hetta hevur Heimafriður gjørt myndugleikarnar í Klaksvík varugar við, men teir látast ikki um vón.

Ein bátur fór frá bryggju seinnapartin, og tá loðsbáturin var har kortini, mátti verið so líka til at vent Lazurnyy. Hetta bleiv tó ikki gjørt og borgarar í Ánunum mugu ígjøgnum enn eina nátt við ekstremum gangi.

Fleiri og fleiri borgarar í Ánunum gera nú vart við seg, tí tey hava ikki fingið hvíld í vikuvís.

Í løtuni liggja fýra russisk skip í Norðhavnini og Heimafriður hevur fingið klagur frá fleiri borgarum.

Heimafriður heitir enn einaferð á Klaksvíkar kommunu um at steðga ganginum umgangandi til frama fyri Heimafriðin hjá borgararunum í kommununi.

 

 

Vinarliga

Heimafriður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG