Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Hvør eigur sunnudagin, Jahwe ella Jesus?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.10.2019 - 10:37 Bloggur Mentan

Jesu nærmastu eftirfylgjarar vendu jødiska sabbatinum bakið, og valdu í staðin uppreisnardagin, fyrsta dagin í vikuni, sum teirra guðstænastu og halgidag. Dagurin fekk seinni heitið “Harrans Dagur” (Opinb. 1,10 – Didaché 14,1). Men, ”Harrin” her verður sipað til, er ikki Jahwe úr gamla testamenti, men Kristus, sum Harri yvir nýggja skaparverkinum – lívsins Harri!

Tey fyrstu kristnu tóku eitt sera víðgongt stig, tá tey vendu aldargamla sabbatinum bakið. Ein sovorðin avgerð verður ikki tikin lættliga, og tað skuldi ein stórhending til fyri at fremja broytingina. Og hendan stórhendingin var, sambært øllum vitnunum, uppreisn Jesu Krists Páskamorgun. Paulus skrivar um hendan ”fyrsta dag í vikuni”, longu eini tjúgu ár eftir uppreisnina, og tí hevur brotið við gamla sabbatin verið víðakent  longu tá. Vit, sum eru uppvaksin við sunnudegnum, sum ein sjálvfylgja, duga neyvan at ímynda okkum hvussu stórt og ógvusligt hettar siðabrotið hevur kenst tá. Men, Jesu nærmastu hildu týðuliga, at eitt slíkt brot var rætt og neyðugt.

Tað sum eyðkendi fyrsta dagin í vikuni, ella Harrans dag millum tey fyrstu kristnu, tað var frøin um uppreisnina. Dagurin var ein veitsludagur, ein takkardagur, og í veruleikanum ein páskadagur, sum tey hildu einaferð um vikuna, inntil árliga páskahaldið bleiv ein fastur siður allastaðni í táverandi kristna heiminum, eini trýhundrað ár seinni. Tað var onki myrkt og dapurt yvir fyrsta degnum í vikuni – tvørturímóti! Harrans dag ráddi gleðin, vónin og takksemi fyri uppreisnina og ævigt lív.

Kirkjufedrarnir – teirra millum Tertullian - vita at siga at fyrsta dagin í vikuni, ella dag Harrans, var ikki loyvt at fasta ella at leggja seg á knæ undir guðstænastuni, tí talan var um ein veitsludag, ein gleðidag. Hesin siðurin stóð við í eini 2/300 ár, inntil rómverska kaisaraveldið fekk tamarhald á kirkjuni, og gjørdi øll kristin til undirsáttar. Tey fyrstu kristnu kendu seg harafturímóti, sum partar av einum útvaldum, salvaðum prestastætti, sum kundu loyva sær at standa við røttum ryggi framman fyri Skaparanum undir guðstænastuni í dimmalættingini fyrsta dagin í vikuni!

Tað vóru tey, ið royndu at varðveita gamla sabbatin, samstundis sum tey hildu fyrsta dagin í vikuni, sum guðstænastudag, og okkara ”aftanir”, t.d. jólaaftan, ólavsøkuaftan, eru ein leivd av gomlu jødisku tíðarrokningini, har samdøgrið byrjaði klokkan seks um kvøldið, og endaði klokkan seks dagin eftir. Tey fyrstu kristnu hildu eisini guðstænastu aftanin fyri fyrsta dagin í vikuni, men guðstænastan í dimmalættingini fyrsta dagin í vikuni vann skjótt á hesum siðinum.

Tá eg her nýtið orðið guðstænastudagur og ikki hvíludagur, so er tað tí, at fyri teimum fyrstu kristnu var fyrsti dagurin í vikuni guðstænastudagur, men samstundis vannligur arbeiðsdagur, og tað er helst eisini orsøkin til at tey hildu guðstænastuna so tíðliga – áðrenn vanligi arbeiðsdagurin byrjaði.

Ein av kirkjufedrunum fýlist at, at tey fyrstu kristnu ikki vildu drekka vín í samband við kvøldmáltíðina, men koyrdu vatn í bikari í staðin. Vannliga drukku fólk ikki vín fyrrenn aftaná at tey høvdu etið um kvøldið. Orsøkin til at tey ikki vildu hava vín í kalikinum var, at um tey drukku vín so tíðliga á degnum, so luktaðu tey av víni, tá tey komu útaftur frá guðstænastuni, og so vistu heidnu grannanir og arbeiðsgevararnir at tey vóru kristin, og tað kundi kosta lív, orsaka av stóru atsóknunum, fyrst og miðskeiðis í aðru øld.

Í fyrstani hildu tey soleiðis guðstænastudag og ikki hvíludag - nógv tey flestu noyddist til arbeiðis aftaná guðstænastuna. Men, ár 321 kom broyting í, tá Konstantin kaisari og rómverski staturin gjørdu sunnudagin til almennan kristnan guðstænastu- og hvíludag. Dagurin bleiv uppkallaður eftir gamla heidna sólgudinum. Tey kristnu  lagaðu navnið til páskasólina, sum minti tey á uppreisnina. Tó, í gamla stættarsamfelagnum var hvíludagsskipanin helst mest galdandi fyri tey væl bjargaðu.

Hvussu upprunaligi kristni guðstænastudagurin fyrsta dagin í vikuni, sum var eitt fullkomið brot við gamla sabbatin, aftur kom undir gomlu strongu jødisku sabbatsreglurnar, tað hava onnur betur skil á enn eg. Og onki av hesum verður skrivað fyri at undirmeta dýrabara virðið av einum halgi- og hvíludegi einaferð um vikuna. Men, sunnudagurin, sum vit nú rópa dagin, er ikki undir Móselógini, men ein páska, uppreisnar og gleðisdagur, sum er endin a Móselógini!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald