Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býarskái í november - Runavíkin ger seg til reiðar!

SKRIVAÐ: Visit Runavík  |  28.10.2019 - 09:33 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Kom til Runavíkar 9. og 10. november, tá ið góð handilstilboð, upplivingar og tónleikur seta dám á økið.

Tað er annað árið á rað, at skipað verður fyri einum longum vikuskifti, har handlarnir hava opið heilt fram til kl. tíggju á kvøldi. Hesar báðar dagar hava handlarnir eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum, undirhaldi og tónleiki. Tað verður lagt upp til eina rimmar jólasølu har spennandi pop-up handlar verða í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð  jólagávuhugskot.

Tónleikatiltøk seta eisini sín dám á økið. Konsertir við Marius Ziska og bólkinum Beinir verða í Løkshøll leygarkvøldið. Harumframt fara millum annað Guðrun Sólja og Janus Kampmann at spæla og syngja nøkur løg í Colorama og Shop In. Aðrir handlar skipa eisini fyri tónleikaframførslum.

Matarstøðini í økinum og streetfood vognar bjóða okkurt gott til tey svongu,heimagjørdar Bubble Waffles, doughnuts og annað gott til góman verður at fáa fram við økinum hjá Visit Runavík. 

Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, so til ber at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.

Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík – www.visitrunavik.fo ella á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum