Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ójavnin økist, nú reiðarar fáa størri almannastuðul

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  06.11.2019 - 10:22 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Hósdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá nýggja landsstýrinum um sjófeingi. Í stuttum kann um tað sigast, at skotið verður upp, at nakrir fáir reiðarar fáa tillutaða alla ogn Føroya fólks – væl at merkja hana, sum í havinum svimur – í tíð og allar ævir.

Leysliga mett er tilfeingisrentan av hesi ogn um eina milliard árliga.

Tað eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, ið eiga hetta uppskotið.

Tað er einki løgið í tí, at Fólkaflokkurin gongur á odda her. Hetta er og hevur altíð verið  ein reiðaraflokkur, millum mest høgravendu flokkar um okkara leiðir – og tað er ikki ósatt, at flokkurin hevur tikið undir við einaræðisharrum víða um lond, sum hava knúskað frælsisfylkingar og demokratiskt valdar stjórnir.

Løgnari er, at Sambandflokkurin, sum sigur seg vera liberalan flokk, og Miðflokkurin, ið sigur seg byggja á kristin virðir, taka undir við hesi tilfeingisgávuni.

Ein spurningur, ið her tekur seg upp, er, hvussu tað ber til, at almannahjálp til veikara partin av veljarafjøldini altíð skapar togan aftur og fram um nakrar fáar krónur henda veg ella handan veg, meðan almannahjálp til ovurríkar reiðarar – og útlendingar, sum samstarva við teir – fer fúkandi gjøgnum allar viðgerðir í løgtinginum uttan stórvegis hóvasták.

Her er eingin spurningur um øvund. Her er heldur ein ampi um, at samfelagið skal gerast óliviligari, av tí at inntøku- og ognarójavnin økist. Tað er bara at líta kring heimin, hvat ið av slíkum stendst – stætt verður sett upp móti stætt, bygd móti bygd, útjaðari móti høvuðsstaði - og í mongum førum endar alt í einum meira ella minni ógvisligum innanhýsisstríði.

Í USA t.d., sum man vera stóra fyrimyndin hjá Fólkaflokkinum, er tað á leið soleiðis, at eitt prosent av fólkinum eigur triðing av øllum ríkidøminum. Restin av virðunum verður lutaður út á hini 99 prosentini, soleiðis at hesi stríðast – ikki móti teimum fáu, ið eiga tað mesta, men  sínámillum:  til tað ikki so múgvandi ognarfólk móti teimum ognarleysu, svørt móti hvítum, fastbúgvandi móti innflytarum, fakfólk og vitborin móti  ófaklærdum og fólki, ið ikki hava útbúgving o.s.fr.

Hjá okkum er tað ikki 1 prosent, sum fær øll hesi virðini. Tað er 1/16 prosent av føroyingum/útlendingum, ið fáa hesa gávuna.

Alt okkara fæfeingi fer á færri og færri hendur, og vit kunnu við hesum orðum vísa á, hvat ið tá kann henda. Orðini eru ikki míni, tey eigur amerikanski forsetin Franklin D. Roosevelt, 1938:

“Demokratiska frælsið er hótt, um privatu valdsøkini vaksa seg so stór, at tey verða sterkari enn demokratiski staturin. Tá hava vit í roynd og veru fasismu.”

Árni Dahl

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…