Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er nokk snakkað, komið víðari | Mynd: Oliver Joensen

Kjakið um fólksins ogn er liðugt. Lat okkum koma víðari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.11.2019 - 10:18 Leiðarin Politikkur Vinna

Tá tað verður tosað upp í saman um, at spurningurin um at fiskurin er fólksins ogn er tengdur at lógini um sjófeingi frá 2017, so er tað ikki satt. Hann varð endaliga avgreiddur 21-23 ár frammanundan, miðskeiðis í 1990’unum, og niðurstøðan er ongantíð broytt síðani.

Í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap frá 1994 stendur í §2, at “Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.”, og í notuni til hesa paragraffina stendur, at hon er broytt 20. mai 1996 við gildiskomu 1. juli 1996.

Tað var í sær sjálvum eitt bragd, at tað eydnaðist at fáa teir høgrasinnaðu Sambandsflokkin og Fólkaflokkin at ganga við til hetta, tí sjálvt hugtakið “fólksins ogn” er eitt vinstravent hugtak. Tað eydnaðist tó, og tað hevur verið veruleikin øll hesi árini síðani 1996. Fólkið í Føroyum eigur fiskiríkidømið í felag.

Tá hetta nú er samtykt, og øll meira ella minni hava góðtikið hendan veruleikan, hvørjum tænir tað so at fara út og sáa iva um tann spurningin? Uttan mun til, um vit rulla alla fiskivinnunýskipanina aftur, ella um vit lata hana halda fram óbroytta, so er fiskurin framvegis ogn Føroya fólks. Og um tingið samtykkir uppskotið hjá Jacob Vestergaard ella ikki, so er fiskurin eisini framvegis ogn Føroya fólks. Tað stendur í galdandi lóg, og tað stendur eisini í §3 í lógini hjá Vestergaard.

Tað er tí at blaka fólki torvmold í eyguni at siga, at spurningurin um fiskurin er ogn okkara alra er í spæli í hesum døgum. Tað er hann ikki.

Bæði uppskotið, sum er til viðgerðar nú, og lógin um sjófeingi frá 2017, snúði seg um brúksrættindi – og einans brúksrættindi. Hvør skal hava brúksrættindini, hvussu leingi, og hvat skal viðkomandi gjalda afturfyri, eru spurningarnir, sum ósemjan hevur verið um. Ikki um ognarrættin, tí hann er staðfestur og ongin ósemja er um hann í dag.

At flyta fokusið frá kjakinum um brúksrættindi tænir ongum endamáli. Tí tað eru einans brúksrættindini, sum verða broytt við nýggja uppskotinum. Har ber væl til at hava ymiskar meiningar um, hvør skal sleppa framat, um útlendingar skulu kunna vera við at fíggja, hvussu leingi rættindini skulu galda, spurningin um yvirskotsbaserað tilfeingisgjald ella ikki, og so framvegis. Har er nóg mikið av løtubærum spurningum at umrøða, so hví draga liðugt avgreidda málið um ognarrætt uppí?

Nei, vinstravongurin átti at verið stoltur av, at tað er eydnast at fáa høgravongin at góðtaka endaliga, at fiskurin er ognin hjá øllum fólkinum í felag. Tað er ein stórsigur. Og ikki sáa iva um egin avrik við at leggja upp til, munur er á undanfarnu og núverandi samgongu í so máta. Tað er tað ikki. Lógirnar hjá báðum respektera felags ognarrættindini hjá Føroya fólki.

Nú snýr tað seg um at sláa fast, hvussu nógv Landskassin vegna Føroya fólk skal hava afturfyri at geva nøkrum aktørum rættindini at útvinna tilfeingið, umframt hvørjar spælireglur annars skulu galda rundan um somu brúksrættindini. Tað er ein relativt nýggjur og ongantíð endaliga avgreiddur spurningur. Og tað er har, fokus eigur at liggja hjá øllum pørtum.

Tey einastu, sum hava nakra orsøk at sáa iva um, hvørt fiskurin er ogn okkara alra, eru tey sum eru ósamd í, at hann skal vera tað. Allar góðar kreftir, sum taka undir við, at fiskurin er ogn Føroya fólks, eiga hinvegin at fegnast um at tað er avgreitt. Tekur tú undir við, at fiskurin er ogn Føroya fólks, so hevur tú longu vunnið. Tillukku við tí – og kom nú víðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj pantskipan á G! minkar plastdálkin…
Hóskvøldið spælir NSÍ altjóða dyst í Kla…
KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK
Góð úrslit hjá føroysku peningastovnunum
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna