Lýsing
Lýsing
Lýsing

Looknorth undirskrivað keypsavtalu um vinnuøkið á Borðoyarvík

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  14.11.2019 - 16:01 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Talan er um grundøki á uml. 8.600 m2, sum liggur í øki B1, ið er ídnaðarøki sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík.

Looknorth hevur verið í støðugari menning seinnu árini. Í 2011 varð virkið bygd út, soleiðis at tað gjørdist tvífalt so stórt, sum tað hevði verið frammanundan. Nú er so ítøkiligar ætlanir um ein nýggjan bygning á nýggja vinnuøkinum við Borðoyarvík. Sostatt verður nýggi bygningurin nærum aftur tvífalt so stórur sum núverandi virkisbygningur, góðar 4,500 m2.

Árni Skaale, eigari og stjóri, sigur, at tey arbeiða alla tíðina við at menna nýggjar framleiðslur og vørur. Nýggja virkið fer at skapa góðar fortreytir fyri víðari menning av virkseminum.

Árni Skaale vann heiðurin sum ársins íverkseti í 2017, og kann tað framhaldandi staðfestast, at Looknorth er frammaliga, tá tað snýr seg um, at fara undir nýggjar verkætlanir. 

Í hesum døgum er J & K Petersen í ferð við at útstykkja 15.000 fermetrarnar til nýtt vinnuøki, sum skal standa liðugt komandi ár. Í næstum fer Klaksvíkar kommuna at bjóða út fleiri vinnuøki við Borðoyarvík.

Tummas Lervig, formaður fyri Havna- og vinnunevndina, er fegin um, at vinnufyritøkur í býnum vilja byggja nýtt og trúgva uppá framtíðina. 

- Vit gleðast um, at hendan avtalan í dag er undirskrivað, tí hetta er bert byrjanin til nýggja vinnuøkið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í næstum fer at útvega enn fleiri vinnuøkið við Borðoyarvík, sigur Tummas Lervig. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…