Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skoytubreytin tekur skap

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  17.11.2019 - 10:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vestanfyri íbúðirnar á Biskupstorgi, niðan móti nýggja BankNordik verður í hesum døgum løgd síðsta hond á skoytubreyt, sum skal liggja undir túninum har.

Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Tí er lætt við teirri tøkni, sum er í sjóhitaskipanini, eisini at kunna fyrsta.

Við hesi tøkni, sum tá ikki krevur nógva orku, tí vatnið er so kalt, verða rør nú løgd á eitt øki við íbúðirnar á Biskupstorgi, sum verður um 380 m2 og skal her verða skoytubreyt, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu fyrst í desember.

Í gjár varð bjálving løgd út og síðani eitt avrættingslag við serligum skervi, sum rør nú verða løgd í, ið skal frysta vatnið, sum verður fylt á økið, ið síðani er skoytubreytin.

Hetta er ein spennandi verkætlan, ið vegna sjóhitaskipanina, sum liggur í økinum – og sum íbúðirnar á Biskupstorgi eru upphitaðar við – ikki er so umhvørvisliga dálkandi og heldur ikki kostnaðarmikil í rakstri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Íløgur í samferðslu eru íløgur í framtíð…
Nei fíggjar­lógin er ikki komin á beint
Økja um útboðið av bústøðum
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Fíggjar­lógin er komin á beint
Hví skulu øll integrer­ast?
Fólka­flokku­rin: Valkafé í Skálanum
Vel Fólka­flokkin – eisini á Fólkating!
9 norð­oy­ingar stilla upp til Fólka­tingið
Klaksvíkar kommuna áleggur ikki meir ska…
Nú er stundin at savnast um eina sterka…
JAF kundi tað sama verið ein heilt annar…
Aksel og Beinir samdir um tjóðarsemjuna
Realpolitikkur fram um signal­politikk
Nýggj veljara­kanning letur Sjálvstýri sl…
Magn: Nýggir oljutangar á Grótrætt fyri…
Skatta­reglur fyri arbeiðs­fólk uttanlands
Ríkisfelagsskapurin
Hví velja Miðfloksumboð í løgtingið?
Fólka­flokku­rin vil hava eina betri skatt…