Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ruðuleikin í samband við menningarkvoturnar í 2018 fær einki eftirspæl?

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  20.11.2019 - 10:49 Politikkur Tíðindi Vinna

Í samband við at fiskimálaráaðið avgjørdi at afturkallað stóran part av menningarkvotunum í 2018 tí fleiri av aktørunum ikki livdu upp til treytirnar ið ásettar vóru í lóg og kunngerðum, sluppu aktørarnir at varðveita vinningin av veiðuni sum varð fiskað. Harafturat bleiv ongantíð reist nakað revsimál.

Enntá fiskaðu ávísir aktørar meira enn ein mánaða eftir at teir høvdu fingið fráboðan um avgerð hjá fiskimálaráðnum um, at tilsóknin um menningarkvotu fór at verða tikin aftur og onkur fiskaði eina viku eftir at endaliga fráboðan om avgerð fiskimálaráðsins um afturkalling av kvotuni varð sent úr ráðnum.
 
Meginparturin av kvotuni, sum bleiv fiskað í 2018 varð landa uttanfyri lógar ásettu menningarøkini og bleiv ikki virka í tráð við góðkenar verkætlanir.
 
Vit vendu okkum til Fiskimáráðið at spyrja hví hevur ráðið ikki hevði fylgt málunum upp og hildi seg til ásetingarnar í lógini um Umsiting av sjófeingi, sum greitt sigur at brot á lógir og kunngerðir verða revsað!
 
Sambært roknskapunum hjá aktørum ið nýddist at lata kvoturnar aftur til landið hava hesi feløg vinning av óheimilaðu veiðuni.

Vit hava roynt at fingið at vita úr Fiskimálaráðnum, hví einki rættarligt eftirspæl var, men enn er einki svar komið úr ráðnum.
 
Eisini kærdu vit alla útlutingina í 2018  til Løgtings Umboðsmann, men har megnaðu tey ikki at taka málið upp til viðgerar. Grundgevingin var at stovnurin hevði hvørki manning ella fíggjarliga orku til at taka slíkt mál upp.

MEN sjálvsagt. Um eitt rættarligt eftrspæl hevði verið - so hevði ráðandi politiska skipanin eisini verið løgd undir luppin hjá almenninginum - og tí er best at gloyma málið sum skótast.

 
Lóg um fyrisiting av sjófeingi er annars púra greið. Um treyturnar í lóg og reglum ikki verða yvirhildnar, er talan um eitt politimál og roknað sum brot á revsilógina.
 
 
 
LÓG UM FYRISTING AV SJÓFEINGI
 
§ 81. 1) 2) Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, ið:
4)   ikki fylgir treytum, knýttar at loyvum, latin sambært løgtingslógini,
Stk. 3. Felag og annar løgfrøðiligur persónur verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini….
 
Stk. 4. Mál, sum verða viðgjørd eftir reglum í hesum kapitli, ella eftir reglum, sum eru givnar við heimild í stk. 2 í hesi grein, verða viðgjørd sum løgreglumál, samanber tó § 83. Rættartiltøkini í rættargangslógini í kapitli 72 um at leggja hald á og í kapitli 73 um rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.
 
Stk. 5. Sekt fyri ólógligan fiskiskap, sambært stk. 1 og 2, skal taka støði í avreiðingarvirðinum í viðkomandi fiskiskapi, um brotið kann metast at vera framt við vinningi ella sparing fyri eyga, umframt at atlit verður tikið at grovleika á brotinum. 
 
Stk. 6. Er brot, sambært stk. 1, nr. 6, framt fyri at sleppa undan veiðigjaldi, uppboðssølugjaldi ella avreiðingargjaldi, skal sekt áleggjast við støði í gjøldunum, sum roynt er at sleppa undan.
 
§ 82. Hevur fiskifar fiskað meir, enn loyvt er sambært fiskiloyvinum, fær eigarin tríggjar daga freist at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, at hann við umsiting av fiskidøgum, egnari árskvotu ella egnari hjáveiðikvotu hevur lokið treytirnar…… 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nes kommuna hevur latið inn ferðavinnuæt…
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini