Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kanningararbeiðið av hendingini við Sjoborg og Statfjord A tíðliga í juni 2019 er nú liðugt.

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.11.2019 - 13:18 Tíðindaskriv Tíðindi

Tað var fríggjanáttina 7. juni 2019 kl. 01:50, at veitingaskipið Sjoborg misti knøttstøðu í samband við lasting og lossing við Statfjord A og bar við eina beinið- og lívbátastøðina á pallinum. Statfjord A var ikki í framleiðslu vegna viðlíkahaldsarbeiði. Á pallinum vóru 276 fólk.

Skipið kláraði við egnari maskinorku at koma leyst frá Statfjord A og sigla út um 500m sonuna. Sjoborg boðaði Statfjord A frá um hendingina og um støðuna umborð á Sjoborg.

Orsaka av at skipið bar við lívbátastøðina á pallinum, var neyðugt at flyta 218 fólk av Statfjord A.

Eingin fekk skaða av hendingini, men ein dekkari umboð á Sjoborg bleiv raktur av eini lastaslangu tá reipið, ið slangan var fest í, slitnaði.

Equinor gjørdi av, at hendingin skuldi kannast. 11. juni 2019 varð ein kanningarbólkur stovnaður við umboðið frá reiðarínum. Kanningararbeiðið, ið nú er liðugt, hevur umfatað kanning umborð á Sjóborg, savning og gjøgnumgongd av viðkomandi tilfari, so sum myndir, samrøður, data, tekniskar kanningar og útrokningar.

Kanningin staðfestur eingin frávik hjá reiðaríi ella manning.

Beinleiðis orsøkin til óhappið var, at skipið misti knøttstøðu, og at Sjóborg arbeiddi í luv síðu.

Atvoldin, ið viðførdi miss av knøttstøðu, verður mett útfrá trimum atvoldarsambondum.

1.    Feilur og mangul í EL-luti og feilur á ritbúnaði í teknisku skipanini í høvuðstalvuni. Feilurin hevði við sær, at síðuskrúvurnar framman og høvuðsskrúvurnar aftan, ikki kláraðu at veita meiri enn 0-15 % av orkuni. Hetta viðførdi, at skipið ikki megnaði at halda knøttstøðuna.

 

2.    Skipanin við alarmum var ov ógreið til, at røtt avgerð kundi takast á brúnni og maskinrúminum.

Ein ávísur “hættisligur alarmur” frá stýrisskipanini í høvuðstalvuni var ikki settur til alarmskipanina, og harvið fingu hvørki brúgv ella maskinrúm fráboðan um alarmin.

 

 

3.    Góðskan av sameiningini av teknisku skipanunum frá veitarunum var ikki nøktandi undir bygging.

Síðani levering av Sjoborg í 2012, hava tveir fjaldir manglar verið:

-Týdningarmikil alarmur frá stýrisskipan í høvuðstalvuni varð ikki settur til alarmskipanina.

-Týdningarmikil EL- lutur varð ikki settur til stýrisskipanina í høvuðstalvuni.

Fjaldir manglar vóru ikki funnir, hóast øll galdandi krøv og royndir í samband við skipabygging vóru fylgd og góðkend. Heldur ikki vóru hesir funnir í samband við leypandi árligum eftirliti og kanningum frá góðkendum 3. parti.

 

 

Tiltøk frá Skansi Offshore

-Gjølla kanning av høvuðstalvu

-Fjaldir feilir rættaðir

- Manglandi EL- komponentur settur til stýrisskipan í høvuðstalvu

- Royndarkoyring av allari alarmskipanini og stýrisskipan eftir galdandi krøvum

- Nýggjur ritbúnaður til síðuskrúvur fyri at tryggja at hesar kunnu geva 100% í eini líknandi støðu.

Sjoborg var í vinnu aftur 2. juli 2019.

 

Spurningar og viðmerkingar: Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, tlf. 794910.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…