Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skip leggja teirra fong upp við Kósabryggjuna | Mynd: Oliver Joensen

Nýggja Kósin tíggju ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.11.2019 - 08:40 Leiðarin Tíðindi Vinna

Tann 24. november vóru 10 ár, síðani Føroyagrunnurin og JFK keyptu Kósavirkið frá táverandi Føroya Banka. Harvið kom Kósavirkið fult og heilt aftur á klaksvíkshendur, og fólkið føldi seg aftur trygt við, at Kósin var har fyri at vera. 

Høvuðspersónurin í keypinum var skiparin Hanus Hansen, sum longu sum 37-ára gamal gjørdist stjóri í JFK Trol í 1996, og sum í 2009 tók Kósavirkið undir sínar veingir.

Javnan verður ført fram, at tann dagurin, tá nýggi Christian í Grótinum stevndi flaggskrýddur inn aftur á Klaksvík í 1997, ja, tað var dagurin fyri, tá kreppan var av. Hendan hendingin verður meira enn nøkur onnur brúkt sum markørur fyri endanum av kanska svárastu tíðini í Føroyum nakrantíð. Skrúva vit tíðina nøkur fá ár longur aftur enn tá, so lenda vit í eini krepputíð fyrst í 1990’unum, har bert eitt var at gera hjá norðoyingum. Tað var at fáa júst afturlatna Kósavirkið upplatið aftur sum skjótast!

Tað kom ikki uppá tal at fara uppí danskar kreppuloysnir ella Fiskavirking. Tí bleiv størsta flakavirkið í Norðoyggjum ikki stjórnað á staðnum, so var altíð ein yvirhangandi vandi fyri, at tað mátti snara lyklinum um. Tískil varð ein Norðoyagrunnur settur á stovn, og saman við Norðoya Sparikassa og øðrum góðum kreftum varð gingið húsagongd fyri at vita, um ikki klaksvíkingar vildu seta pening í. Og tað vildu teir. Bæði arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar tóku lógvatak tvørtur um miðjuna í politikki. Kósin kom sostatt ongantíð uppí Fiskavirking.

Eftirtíðin vísti, at hendan avgerðin var røtt. Fiskavirking lá alla tíðina í tungum sjógvi, og fleiri virkir máttu eisini lata aftur. Tað er ikki til at vita, men lætt er at hugsa sær, at Kósin hevði verið eitt av hesum falliteraðu virkjunum, um Fiskavirkis-loysnin varð vald. Danir strongdu leingi á fyri at fáa øll flakavirkini undir sama hatt, sonevnda Mølposen, ið hevði torført við at fjala planbúskaparligu hógvarnar.  

Endurreisnin av Kósini tók umleið fimm ár, frá 1993 til 1998. Í 2006 bleiv Kósavirkið, sum nú æt P/F Kósin, partur av samtakinum Maru Seafood við Jóhan Páll Joensen. Nú vórðu tíðirnar byrjaðar at ganga hin vegin aftur, tað gekst ikki so væl at fáa rakstur í virksemið, og tá altjóða fíggjarkreppan rakti Føroyar í 2008, lá Kósin meira ella minni still í umleið eitt ár.

Men enn einaferð reistu norðoyingar seg. JFK, tveir útlendskir eigarar, Norðoyagrunnurin og Føroyagrunnurin tóku lógvatak, og tann 29. september í 2009 kundu vit her í blaðnum skriva um søguligu hendingina, tá Súni Schwartz Jacobsen og Hanus Hansen, umboðandi ávikavist Føroya Banka og keypararnar, undirskrivaðu sáttmálan um yvirtøku av Kósavirkinum. Og týsdagin 24. november 2009 læt endurstovnaða virkið so upp aftur.

Hetta tíðarskeiðið síðani 2009 hevur sostatt verið tað longsta óbrotna tíðarskeiðið í nýggjari tíð, har virksemi hevur verið alla tíðina og undir sama eigara. Tað boðar frá stabiliteti. Kósin hevur tað gott, tá hon verður stýrd av lokalum kreftum. Tá so ófrættakendir vindar byrja at blása úr land- ella útsynningi, verður farið á varðhald og borgin vard.

Fyri trimum árum síðani var aftur orsøk at vera á varðhaldi. Tá ljóðaði, at um nýggja fiskivinnunýskipanin varð samtykt, var aftur vandi fyri, at Kósin mátti steingja. Men tá fór lobbyarbeiðið í gongd, og tað eydnast at ávirka politikararnar so mikið, at nýskipanin ikki bleiv so víðfevnd, at Kósin varð álvarsliga rakt.

Søgan um Kósavirkið er ein søga um eitt hjartabarn hjá Klaksvík og klaksvíkingum. Og at Kósin nú hevur virkað í 10 ár undir sama eigara ber boð um, at fyritøkan trívist og er í góðum hondum. Hiðani skal ið hvussu er ljóða eitt stórt tillukku við degnum til Kósina.

----

Video týsdagin 29. september 2009

Fyri lítlari løtu síðani fór stórhending fram á skrivstovuni hjá stjóranum í JFK, Hanus Hansen.
Her undirskrivað stjórin í Føroya Banka, Súni Scwartz Jacobsen og Hanus Hansen sáttmála, sum merkir at JFK og Føroya Grunnurin saman við øðrum yvirtaka Kósavirkið. Gleðin var stór tá skjøtil var settur á eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá Kósavirkinum fyri løtu síðan.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…