Lýsing
Lýsing
Lýsing

HT´arar vunnu filmskapping

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.12.2019 - 12:06 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tríggir bólkar frá Gymnasialu HT-útbúgvingini hava luttikið í stuttfilmskapping, sum NÁM hevur skipa fyri. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er 7 minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er.

Dómsnevndin hevur útnevnt tríggjar vinnarar, harav eini filmurin, sum kallast “Gang ein túr”, sum er framleiddur av HT1´arum: Jón Johannesen, Malvinus í Gong, Finnur Lómstein Petersen og John S. Sivertsen.

Dómsnevndin hevur givið stuttfilminum hetta skoðsmálið: “Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan útgangstónleik, sum er viðkomandi fyri evnið”

Nám tillutar vinnarunum 10.000kr. Lærarnir, sum hava verið knýttir at verkætlanini, eru Heidi Hjelm Gregersen og Magni Husgaard.

Filmurin kann síggjast á hesi youtube leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=X5J224LajvU&list=PLdByq_VVbMB5DRIJkju03IsE3nGI9h0r1&index=5&t=0s

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…