Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  04.12.2019 - 11:51 Politikkur Tíðindaskriv

Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen kemur á arbeiðsvitjan í Føroyum hósdagin. Løgmaður verður vertur fyri vitjanini.

Seinnapartin hósdagin kunnar landsstýrisformaðurin seg um viðurskiftini hjá Vága floghavn og Atlantic Airways. Síðan verður farið til Havnar, har løgmaður og landsstýrisformaðurin hava fund í Tinganesi. Partarnir fara at viðgera samstarv landanna millum og felags áhugamál. Aftaná fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta stjórnarleiðararnar.

Fríggjadagin verður vitjað á brennistøðini á Hjalla og hjá Vónini. Leygardagin vitjar grønlendski stjórnarleiðarin Oilwind, og grønlendska fylgið fer av landinum aftur leygardagin seinnapart.

"Vitjanin hjá Kim Kielsen er eitt gott høvi hjá Føroyum og Grønlandi at styrkja sambandið og at menna samstarvið millum londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyar og Grønland hava søgulig bond og fleiri viðkomandi mál at umrøða. Heimurin er broyttur nógv seinnu árini, har fleiri lond hava áhuga í okkara parti av heiminum. Góð viðurskifti landanna millum hevur tí stóran týdning,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi