Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: h-a.no

Álopsleikari úr Nigeria gjørt sáttmála við KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.12.2019 - 14:10 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevur gjørt sáttmála við útlendskan leikara, ið ikki hevur spælt í Føroyum áður.

25 ára gamli Abubakar Ibrahim Aliyu úr Nigeria hevur gjørt sáttmála við KÍ. Talan er um álopsleikara, sum eins og Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen kemur úr norska felagnum HamKam í næstbestu norsku deildini, har hansara sáttmáli nú gongur út.

Farna kappingarár spældi hann 1479 minuttir, skoraði tvey mál og legði upp til trý mál. Fyri tað mesta hevur hann spælt sum álopsleikari, men einstakar dystir hevur hann eisini sum kantur. Hann hevur spælt í næstbestu norsku deildini síðstu trý árini. Annars kann nevnast, at afturi í 2014 spældi hann fimm landsdystir fyri Nigeria og skoraði eitt mál, ið kann síggjast niðanfyri. Dagført kl. 16.00: Talan var um CHAN endaspæl í Afrika, sum umfatar einans leikarar í heimligu kappingini. 

Sáttmálin er galdandi fyri 2020 og 2021.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival