Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steintór Rasmussen, stuttsøgur: Søgunámið

SKRIVAÐ: Frits Johannesen  |  11.12.2019 - 08:11 Mentan Tíðindi

Hósdagin, 28. novembur tók ein norðingur í klinkuna og kom á gátt. Hetta var ikki á fyrsta sinni, hann setti sínar hælkoytur í túnið og hugdi upp á fjøllini, ið reisa seg so stinn, sterk og snøgg upp frá Stígnum og lesa her sínar morgun- og kvøldbønir - dag um dag og kvøld eftir kvøld, á ein nærlagdan hátt og rørir við sinnið -  eins og ein flúgvandi vakur, sýldur drunnhvíti.

 

Húsafellið

Fjøllini eru Borgin og Húsafellið. Húsafellið er sera bulmikið, og Borgin er røtt sum ein borg, har ovasti kríllirin er sum á eini háborg. Fjallið við síðuna av, Húsafellið er eitt sjáldsamt fjall. Tveir fløttar eru við síðuna av hesum fjallatindi, og hava teir 3 nøvn hvør. Tann norðari á hevur nøvnini: Stígarfløttur, Stúkubulur og Skinnstúkubulur. Tann sunnari: Skinnfløttur, Smørfløttur og Skinnstakkur. Tað kann tykjast løgið, og eingin ivi er um, at tað skaldakenda sinnið, sum føroyingar hava, hevur sett seg í hugan og hesar fløttar.

Hetta er galdandi fyri flestu bygdir okkara, har staðarnøvn hava nørt um støð, býlingar og bygdir við vøkrum orðum og  nøvnum, sum er at frøast yvir. Hugsast kann í hesum førinum, hava gjógvarámenn  havt sítt navn, innandalsmenn sítt og garðsmenn sítt. Hetta hevur verið tann norðari fløtturin eftir kumpassini. Tann sunnara hava traðarmenn, toftamenn og bakkamenn navngivið.

 

Á ferð til Fuglafjarðar

Steintór hevði bók við í taskuni við 16 ymiskum søgum. Fløttarnir omanfyri brosaðu, tá ið teir sóu Steintór. Sagt verður, at henda fjallasíðan var fyri 200 – 300 árum síðani ein tann fagrasta líðin í Føroya landi. Tað var næstan ikki steinpirra í hesi líð. Nú eru bara hesir vøkru fløttar eftir, sum hjána burtur í tí váta veðrinum. Tað er eins og at skarðlendið leggur seg yvir alt. Steintór hevði ein vakran fløtt við sær, sum hevði 16 ymisk nøvn, og nørdi hann um løtuna, tá ið hann kom á gátt. Alexandra, kona mín, sum er ein poetisk kvinna, fekk gott av hesi fløttabók. Hon dugir so stak væl at binda, so hesar søgur fara at nøra um bindingina, so stokkarnir fara at dansa og glinta á ein øðrvísi hátt í hennara fløttaverð.

 

Tólmennið

Tað skrivaða orðið setir seg mangan í sinnið og livir har restina av lívinum. Vit liva í einari talgildari verð, sum fær okkum at anda á ein annan hátt. Fyrsta søgan í bókini, Tólmennið(robotturin) ber brá av eini tilgongd, sum er sjáldsom, men hevur tikið sítt festi manga staðni í dag. Sámal, sum fekk tilevnað sær eitt Tólmenni, sum líktist upp á prikkin Sámali sjálvum. Ja, hann setti seg í samband við  Japanese Robot World, sum vóru førir fyri at gera bæði høvur og likam, sum líktist honum í odd og egg. Hann hevði útvegað fyritøkuni ein arvastrong við kotunum til milliardavís av livandi verum og kyknum, sum finnast í kroppinum. Sagt varð við okkum dreingir, at kundu vit renna niðan tann heimara fløttin uttan at steðga á, so kundu vit teljast millum menn. Hetta varð gjørt. Her var eingin stýring á, ella talgildar vegleiðingar, men ein mannligur dráttur, sum nørdi um okkara tilvit, at vit fóru at teljast millum menn, tá ið vit høvdu runnið hetta strekkið. Stígarfløtturin, Stúkubulurin settu sini fingramerki við navninum Skinnstúkubulinum í eina lívssjón, sum gav eitt gudaborið tekin í sál og likam. Vakurt er í hesum søgubroti hjá Steintóri at hann nemur við Sámal, at hann heldur sær til tað talgilda sniðið sum blaðungur, sum flestu ung gera tað í dag. Tann rásin, ið hann nemur við, ber eina  ørgrynnu av møguleikum við sær. Upptøkurnar, sum Sámal hevði gjørt av sær sjálvum, høvdu sera stóran týdning. Ja, hesin fløttur fekk elektrodur settar í alt likamið, so teldan kundi lesa av, hvussu tann grøni svørðurin í ørmum, beinum, kroppi og hondum virkaðu. Ja, tað var sjáldsamt at síggja seg sjálvan so nágreinliga tilgjørdan sum at síggja seg sjálvan í hamferð, men tað var hetta ikki. Ein listalig tilgongd í væl krýndum skaldskapi.

Hetta er meistarliga skrivað, og væl lýst á telduni, at hann næstan var komin til tað fullkomna  - 99,9 prosent, sum var ein ímynd av Sámali á einum margfaldum fløtti.

 

Lyktarpelin

Alt fær ein enda á Guds grønu jørð. Ì bókini er ein vøkur søga um ein lyktarpela, sum hevur tænt sítt livibreyð og er komin til sín lívs enda og skal takast niður. Hann hevur staðið á einum vøkrum fløtti, í eini 100 ár - ein Skinnfløtti, sum eisini er ein Smørfløttur tætt við ein Skinnstakk. Jú, nú er tað fáir eftir av hesum  pelum, sum vuksu upp úr guds grønu jørð og vóru væl havdir av rótini, sum dróg vatn og tøðu úr jørðini. Hann kom til Føroyar í lastini á einum dampara, og var hann ikki einsamallur, men í góðum hýri saman við fylgissveinum sínum á ferðini. Tað má hava verið løgið hjá pelanum, tá ið gøtulyktin var sett tætt við grúkin á lyktarpelanum. Pelin kundi minnast á mangar góðar løtur í tí farna, har fólk sótu tætt við, góvu hvørt øðrum ein koss og hildu um hvørt annað í kærleikans rúsi. Hann var ikki talgyldur, men var komin til Føroya úr einum øðrum landi og fekk sín arbeiðisdag úti á bygd. Allir hesir pelar líktust nógv, og kundu teir verið brøður. Hann fekk eitt pláss á Heimaratúni úti á bygd.

Nakrir arbeiðsmenn vóru komnir til pelan fyri at taka hann niður. Hetta var pelin ónøgdur við. Eingin spurdi hann um nakað sum helst, tí hann rann aftur til dagin, tá ið hann festi sínar hælkoytur í tað jørðiska lendið í Heimaratúni. Tað varð sungið,  røður vóru hildnar, trýst var á eina stóra kontakt og ein pera fór at lýsa yvir mannfjøldina, sum stóð spurin og gánaði í hesum mótljósi, sum kom úr erva frá pelanum. Lógvabrestirnir flugu um tann ljóstlivandi steyra, og børnini kappaðust um at klíva upp í pelan, sum skuldi bera tey inn í framtíðina. Ljós yvir landið varð sungið og røðarin tosaðai um ravnmagnið og ta stóru menning, ið var í samfelagnum. Fólk undraðust og festu eyguni við henda sjáldsama steyra, tóku um hann, kíndu og klappaðu honum  og søgdu rósandi orð um henda nýggja bygdasvein, ið var komin at lætta um tilveruna á kvøldi.

Pelin var snøggur. Hann var sum ein livandi vera á fløtti sínum. Hann legði merki til alt, ið fór fram við vegin, og nú hansara dustsins ár vóru komin, fóru tey at føra hann á gravarbakka, men tær  ljóslivandi og snøggu løturnar við vegjaðarin komu  fram í sinnið á hesum gróðrarmikla fløtti. Pelin var eins og eitt menniskja, ein ljóskelda, ið menti tilveruna, har myrkrið misti sína megi. Huldusøgur, grýlusøgur og søgur um spøkilsi fánaðu burtur. Ljóssteyrin bleiv tað lýsandi prógvið um framburð og menning. Hetta er ein sjáldasama vøkur søga og kann ófatiliga nógv sigast um henda likamliga gjørda steyra sum vit, ið eru komin upp um tey sjeyti árini, minnast afturá.

 

Endi

Steintór Rasmussen hevur í tilveru síni klivið upp í mangan steyran á lívsleið síni. Hansara fótafet á lívsins fløtti, hava latið nógv av sær  í tónleiki, sangi, skaldskapi, konsertum og lærarayrki. Hesin lívsins fløttur, Norðoyggjar, goymir at nógvum nøvnum, sum alla tíðina loga uppvið og nøra um okkara løtur bæði í skaldskapi, myndlist og tónleiki. Hetta er ein rðikur fløttur. Lat meg siga til seinast at myndirnar í bókini eru stak góðar og bera brá av ekspressivari litgongd, har skapini nøra um søgurnar. Hesir litríku fløttar hava eitt sera vakurt tillaga stev, ið heldur fast um søgunar gongd. Hjartaliga til lukku við hesum Søgunámi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…