Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Anette Sonne

Hugnaligur jólagarður í Runavík

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  23.12.2019 - 13:29 Mentan Myndarøð Tíðindi

Runt landið alt gera ymsu kommunurnar nógv burturúr jólahátíðini - í Runavík hava tey tikið ein nýggjan tátt upp, har kommunan og Visit Runavík í samstarvi við Anette Sonne hava prýtt ein garð til við ljósum, jólatrøðum og urtagarðslist.

- Eg ynskti at gera ein hugnaligan jólagarð, sum kann hjálpa fólki at koma í rættan jólahýr. Havin er sera hugnaligur, við alskyns urtagarðslist og einari rúgvu av jólatrøum við ljósum á, sigur Anette Sonne, sum hevur prýtt garðin.

Jólagarðurin liggur beint niðanfyri Hotel Runavík og framvið høvuðsvegnum, so lætt er at seta bilin og fara ein gongutúr gjøgnum havan.

- Inni í havanum hava vit sett smá hús upp. Í einum húsið kann ein síggja verkstaðin hjá jólamanninum, meðan eitt annað hús er prýtt við enskum lakresi. Vit hava eisini eftirgjørt eitt barnakamar frá 1950, greiðir Anette frá.

Framsýningin kann síggjast fram til 13. januar 2020, og bjóða fyriskiparnir øllum vælkomin ein túr í Jólagarðin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum