Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd tikin 17. desember í fjør, tá reisigildið fyri Bláa Skýlinum var við Djúpumýru, har arbeiðstakarar, umboð fyri KÍ og kommununa vórðu boðin til ein døguraðbita á loftinum í KÍ høllini.

Eitt tað mest spennandi ítróttarøkið í landinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2020 - 23:29 Ítrottur Mentan Tíðindi

Ítróttarøkið í Klaksvík er eitt tað mest spennandi og mest fjølbroytta í landinum við fótbóltsstadion, samanbygdum ítróttarhallum, svimjihøll við heittvatnsøki, skreiðibreyt og forkunnugum vælveruøki, og í komandi tíð fara Bláa skýlið, rennibreyt, spæliland og síðani ein nýggj fimleikarhøll at leggjast afturat.

Nú vit eru farin um ársskiftið og hava sett sjøtul á 2020, hevur Norðlýsið verið á gátt hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at fregnast um, hvørjar verkætlanir verða lidnar í hesum árinum, og hvørjar nýggjar ætlanir liggja í kortunum. Í fyrstu blaðútgávuni eftir ársskiftið var longri samrøða við borgarstjóran, sum vit her endurgeva partar av.

 

Fótbóltsstadion við Djúpumýru

- Eitt av savnandi støðunum her í lokalsamfelagnum, har nógv fólk koma dagliga, er ítróttarøkið, sum í løtuni verður bygt út til at fevna um enn fleiri og betri møguleikar og umstøður til borgarar eins væl og til ítróttarfeløg okkara.

- Ein týðandi partur av ítróttarøkinum er fótbóltsvøllurin við Djúpumýru, sum alt meir er byrjað at líkjast einum røttum fótbóltsstadion við teimum hentleikum og tí dámi, sum eyðkennir slík stadion.

- Bláa Skýlið sunnan fyri vøllin er komið væl áleiðis, og í summar verður uttandura parturin liðugur. Samstundis verður arbeitt miðvíst við innrætting v.m., soleiðis at Djúpamýra eisini kann verða karmur um altjóða dystir hjá KÍ, umframt eisini at landslið kunnu hava sín heimavøll her í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Rennibreytin við Másheygg

- Rennibreytin hevur í nógv ár verið eitt stórt ynski hjá mongum borgarum og ikki minst hjá teimum mongu virknu rennarunum, sum Treysti hevur verið ein týðandi íbirtari til, sigur Jógvan Skorheim, sum fegnast um, at henda verkætlan nú er komin væl áleiðis.

- Tað hava verið onkrar avbjóðingar við tíðarætlanini, men gongd kemur nú veruliga á verkætlanina og við teimum pengum, ið Klaksvíkar býráð hevur sett av í inniverandi fíggjarætlan, so røkist fyri at vit koma sera langt við verkætlanini í 2020, og tað gleða vit okkum ómetaliga nógv til.

 

Nýggj fimleikarhøll

- Nú fleiri stórar verkætlanir verða lidnar, gevur hetta pláss til aðrar, sum hava bíðað eftir tørni at verða framdar. Ein av hesum verkætlanum er nýggja fimleikarhøllin, sum í nøkur ár hevur ligið í kortunum at byggja á ítróttarøkinum, soleiðis at Klaksvíkar Fimleikafelagið, sum hevur nógvar virknar limir, endiliga kann fáa hóskandi venjingarumstøður, ið kunnu menna felagið og tey mongu íðkandi.

- Talan er um eina høll til fimleik burturav, sum verður bygd eystan fyri KÍ-høllina sum tann triðja ítróttarhøllin á staðnum, sum harvið letur upp fyri góðum møguleikum at gagnnýta felags fasilitetir. Her má eg eisini nevna, at Klaksvíkar Fimleikarfelag hevur víst ótrúliga góðan vilja, og hevur samstarvið um verkætlanina verið ómetaliga gott, og tí eri eg sannførdur um, at vit her fáa ein spennandi bygning, ið fer at menna ítróttarumhvørvið inni fimleik.

- Í samtyktu fíggjarætlanini fyri 2020 eru 3 mió. kr. setta av til at projektera og fyrireika hesa spennandi bygging, sum væntast at byrja seinast í 2020.

 

Spæliland

- Ein verkætlan, sum vit hava arbeitt við seinastu tíðina, er at útvega eitt spæliland, har børn fáa góðar innandura umstøður til rørslu og spæl í tryggum og spennandi umhvørvi, samstundis sum foreldur kunnu taka sær av løttum.

- Spælilandið verður samstundis eitt nýggjur møguleiki til dagstovnar, skúlaflokkar og onnur áhugað, sum hava hug at royna seg í stuttligum og rørslufremjandi aktiviteti.

- Tað verður staðsett ógvuliga væl við ítróttarøkið, beint vestan fyri rennibreytina á Másheyggi og sunnan fyri svimjihøllina við góðari atkomu og parkeringsmøguleikum, sigur borgarstjórin, sum upplýsir, at tekningar fyriliggja av nýggja spælilandinum og tilboð eru komin inn.

- Í næstum verður málið lagt fyri nevndir og býráðið. Ætlanin er at fara undir byggingina í ár.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…