Lýsing
Lýsing
Lýsing

Anna Gaard farin

SKRIVAÐ: Jóhann Joensen  |  13.01.2020 - 13:10 Ítrottur Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Tá ið eg skrivaði minningarorð um Mary Gaard, grunaði eg ikki, at eg, bara trý ár seinni, fór at skriva minningarorð um tvíburasystrina, Annu.

Anna var ættað úr Svínoy. Foreldur hennara vóru Ingeborg og Julius Gaard, sum áttu fimm børn, og tvær ferðir fingu tey tvíburðar.

 

Anna og Mary, sum vóru yngstar í systkinaflokkinum, vóru eisini tvíburðar. Tað kennist so tómt og meiningsleyst, at tær lívsglaðu systrarnar nú báðar eru farnar og ikki náddu høgan aldur.

 

Systrarnar vuksu upp í Svínoy, og tað má hava verið eitt stórt umskifti hjá blaðungum bygdagentum, sum væl vardar livdu friðsælt á útoyggj, at koma í meldurin á stórplássunum. Tær arbeiddu báðar í Klaksvík og í Havn.

 

Anna arbeiddi eina tíð á Klaksvíkar Sjómansheimi, sum var eitt stórt arbeiðspláss tá við nógvum starvsfólkum. Ymiskt virksemi var í býnum, so har búðu nógv arbeiðsfólk, og lærlingar búðu eisini har, tí tá var einki lærlingaheim komið. Eisini vóru aðrir gestir, sum komu og fóru.

 

Kona mín, sum arbeiddi á Sjómansheiminum samstundis sum Anna, plagar at taka til, hvussu stuttligt og hugnaligt genturnar høvdu tað, sum arbeiddu har hesa tíðina.

 

Annars hevur Anna mest fingist við at ansa børnum. Hon arbeiddi í barnagarði, á Barnaheiminum og í frítíðarskúla. Anna var sera góð við børn, og tá ið hon arbeiddi á Barnaheiminum, kom tað meir enn so fyri, at hon tók okkurt barn heim við sær í vikuskiftum, ella tá ið onnur frítíð var.

 

Av tí at systir teirra giftist við beiggja mínum, kom eg at kenna systrarnar frá ungum árum. Vit vóru eisini javngomul. Mangar ógloymandi løtur høvdu vit saman í gaman og álvara á Geilini í Klaksvík og úti í Svínoy.

 

Kortini kundu Anna og Mary vera bannsettar viðhvørt fyrstu tíðina og hava til frægd at gera mær ónáðir og arga meg, og tær góvust ikki, fyrr enn tær fingu øði í meg. Hetta hildu tær vera óføra stuttligt, men eg dugdi einki stuttligt at síggja í hesum tá. Hetta mintu tær meg mangan á seinni, og vit flentu óført at hesum, tá ið vit hittust.

 

Stuttligt var at sleppa til Svínoyar at ferðast. Røsk og sterk tók Anna lut í øllum arbeiði, sum har var at gera, og altíð var fjálgt og gott í heimi teirra.

 

Systrarnar búsettust báðar í Havn, men tá ið tær vóru í Klaksvík, kom tað fyri, at tær komu inn á gólvið hjá okkum, og tað var altíð stuttligt, og vit hittust mangan aftur á Geilini eisini.

 

Har, sum Anna var, var mangan látur og skemt. Hon var lívsglað, og stuttligt var at hoyra hana siga frá á sínum serstaka svínoyarmáli. Blíðlig og fyrikomandi var Anna og dugdi væl við fólk.

 

Anna fekk eina dóttir, sum eitur Eyðbjørg, og sum var eygnasteinur hennara. Glað og stolt var Anna, tá ið dóttrini gekst væl, og tá ið Eyðbjørg fekk útbúgving, sum lækni. Anna var sera góð við sínar ommusynir, sum hon ofta ansaði.

 

Meðan tey flestu gleddust og stákaðust til jóla, komu ring boð úr Havn. Anna var brádliga vorðin álvarsliga sjúk og lá á Landssjúkrahúsinum. Seinni varð hon flutt til Danmarkar, men tíverri kom hon ikki fyri seg aftur og læt eyguni saman fyri seinastu ferð hin 18. desember í 2019, 63 ára gomul.

 

Anna hevði nógv vinfólk, og tað var ein stórur skari, ið kom at fylgja henni.

 

Nívandi er sorgin og saknurin hjá tykkum øllum, ið mist hava - hjá tær, Eyðbjørg, við familju og hjá tær, Niels, sum Anna var ein dyggur stuðul hjá, nú heilsan fór at bila. Harrin troysti tykkum øll.

 

Vit fara at sakna Annu, men vit fara altíð at minnast hana við takksemi og fyri, at hon altíð var so fitt og fryntlig ímóti okkum.

 

Til jarðarferðina sungu vit m.a. vakra sálmin, sum Robert Joensen hevur umyrkt úr donskum, sum endar soleiðis:

 

Og eina ferð vit fáa boð,

tá síðstu ferð vit anda.

Úr heiminum vit fara so,

hjá tær um ævir standa.

 

Ærað verði minnið um Annu Gaard.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar