Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tá kunnleikin hvørvur – missa vit røturnar

SKRIVAÐ: Olga Biskopstø  |  21.01.2020 - 16:34 Bloggur Mentan Vinna

Tað er helst ongin, sum er í iva um, at føroyingar hava eina sterka og grundfesta siðvenju í binding og framleiðslu av pløggum úr ull.

Vit binda sum onga aðra staðni í verðini, og gomlu føroysku mynstrini verða dúgliga brúkt. Bindibólkar á Facebook hava fleiri túsund limir og vísa stóran kreativitet. Bindifestivalurin er eisini eitt livandi dømi um sterku føroysku bindi- og hondarbeiðsmentanina.

Hava vit, grundað á hetta, nakra orsøk til at stúra um tað siðbundna føroyska ullarhandverkið? Og hava vit yvirhøvur orsøk til at ivast í, at komandi ættarliðið ikki fær neyðuga kunnleikan at handfara ull og binding? Svarið er sera greitt. Jú, vit hava veruliga orsøk til at stúra. Ikki um føroysku bindimentanina, tí hon er sterk, men um føroyska ullarhandverkið, hvørs kunnleiki er nær við at hvørva.

Munurin millum okkara áhuga og dugnaskap í binding og kunnleikan at handfara føroysku ullina er stórur. Hetta er tó ikki løgið, tí binding er í grundini óheft av kunnleikanum um tógvið, tú bindur við.

Í 1970-unum kom tað útlendska og tað kunstiga tógvið inn á føroyska marknaðin og útkonkureraði føroyskt spunnið tógv. Spinnaríini mistu búskaparliga grundarlagið og noyddust at legga um, ella niðurleggja framleiðsluna.

Við hesum endaði eitt tíðarskeið í føroysku søguni. Ullin misti sítt virði, og ullarhandverkið var ikki longur týdningarmikið virksemi, hóast bindingin helt fram, óávirkað av hesum.

Vit tosa her um eitt grundleggjandi handverk, ið hevur treytað møguleikan at liva í Føroyum. Eina vitan og vísindagrein, ið er borin frá ættarliði til ættarlið, óbrotið heilt upp til okkara dagar. Hetta eru okkara røtur, okkara søga, mentan og siðvenja, og er partur av okkara samleika sum fólk og land.

Mona Olsen í Klaksvík var ein av teimum, sum í fyrru øld arvaði handalag og kunnleikan til ullarhandverkið frá sínum forfedrum. Hon valdi – eins og onnur í hennara samtíð – at taka tøknina í brúk og setti á stovn Norðoya Ullvirki í 1967. Hennara útgangsstøði var virðingin fyri ullini sum rávøra, og møguleikarnir, sum lógu í ullini, um hon var handfarin rætt.

Mona Olsen doyði í 2003, men áðrenn hon fór, vísti hon staðiliga á tørvin at varðveita kunnleikan til ullarhandverkið, sum hon sá var um at gleppa okkum føroyingum av hondum. Hon heitti á systurdóttur sína, Mariu Klein, um at skipa so fyri, at hennara arvur varð borðin víðari til komandi ættarlið. Maria tók hesa ábyrgd á seg og savnaði ein bólk, at taka sær av uppgávuni. Verkætlanin, Spinnaríið Mona, er úrslit av strembanini hjá Monu og hevur sum endamál at savna allan kunnleika um føroyska ullarhandverkið á einum staði og tryggja, at hesin kunnleiki verður borin víðari á ein mennandi og spennandi hátt.      

UNESCO – United Nations Educational, Scientific and Cultural Organization – er heimsumfevnandi ST-felagsskapur og virkar fyri trygd og friði millum heimsins lond við at skipa samstarv innan málsøkini útbúgving, gransking, mentan, samskifti og upplýsing. Undir hesum liggur eisini uppgávan at skipa verju av óítøkiligum mentanararvi kring heimin. Føroyar hava undirskrivað sáttmála við UNESCO um eisini at taka lut í hesum. Hetta merkir at verja tað, sum ikki er materielt, men er livandi mentan, siðsøga og handborin kunnleiki.

Okkara siðbundna ullarhandverk er at rokna sum óítøkiligur mentanararvur og hevur tí rætt til verju. Men einki kemur av sær sjálvum. Tí er tað so umráðandi, at vit í felag taka hond um henda arv og gera tað, sum er neyðugt fyri at bera hann víðari. Øll tiltøk og allar verkætlanir, ið virka fyri at varðveita og menna føroyska ullarhandverkið, eru týdningarmikil.

 

Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari, Spinnaríið Mona.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð