Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast tey bæði heiðraðu asfaltliðini. Í fremru røð og uttast til vinstru og til høgru standandi eru teir sjey menninir, sum manna asfaltliðið hjá HJ Asfalt, meðan asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu eru teir fimm menninir í miðjuni í aftaru røð. | Mynd: HeinesenMyndir/Landsverk ©

Landsverk heiðrar góðum asfaltavrikum

SKRIVAÐ: Landsverk  |  24.01.2020 - 20:11 Tíðindaskriv Vinna

ASFALTDAGUR: Tað var asfaltliðið hjá HJ Asfalt, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik 2019. Hetta var fyri asfaltarbeiðið í á Kirkjuvegi í Klaksvík. Ársins herðaklapp fekk asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu. Umleið 130 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2020, sum varð hildin á Hotel Føroyum í dag við eini røð av framløgum um avbjóðingar og onnur viðurskifti í sambandi við asfaltvinnuna.

Í fjør vann EM Asfalt í Søldarfirði heiðurin fyri at hava gjørt besta asfaltavrik í 2018. Í ár fall hesin heiðurin til HJ Asfalt at hava framt besta asfaltarbeiði í 2019. Fyri eitt annað gott asfaltavrik í fjør fekk Asfaltliðið í Tórshavnar kommunu eitt herðaklapp.

Í grundgevingin fyri at lata HJ Asfalt heiðurin fyri besta asfaltavrik í fjør, skrivar dómsnevndin millum annað soleiðis: “Arbeiðið er sera væl gjørt. Vegurin er javnur og slættur, og vatnið rennur væl frá. Miðskoytið er pent, og endaskeitini eru væl forseglaði. Yvirgongdin til gamla vegin merkist stórt sæð ikki. Handarbeiðið við ristir og innkoyringarnar er eisini væl frágingið, og trumlað er heilt inn móti kantsteinunum”. Ársins asfaltarbeiði 2019 er gjørt á Kirkjuvegi í Klaksvík.

Fyri fyrstu ferð var eisini eitt ársins herðaklapp latið, sum asfaltliðið hjá Tórshavnar kommun fekk fyri asfaltering av Tvørgøtu í Havn. Grundgevingin er hendan: "Ársins herðaklapp fer til eitt lið, sum hevur gjørt eitt serligt arbeiði, har partur av gøtu og gongubreyt eru gjørd av nýggjum. Handarbeiðið á gongubreytini er sera væl frágingið, og skoytið móti gamla asfaltinum er væl gjørt. Samanumtikið er talan um eitt væl úr hondum greitt arbeiði."

Í dómsnevndini fyri at kjósa ársins asfaltavrik og ársins herðaklapp sótu Albert Patursson­­­, verkfrøðingur á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, Dávur Johannesen, starvsfólk á royndarstovuni hjá Landsverki í Hundsarabotni, og Jørn Kim Larsen, undirvísari, Byggetek-Ulfborg-Kjærgaard.

Tað var stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum setti asfaltdagin, og síðani greiddu Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari, og Patur S. Vase, góðskuleiðari, á Landsverki frá ymsum avbjóðingum í sambandi við asfaltframleiðslu.

Síðani fekk Marita S. Hentze, leiðari á Teknisku Deild í Runarvíkar kommunu, orðið, har hon lýsti tær avbjóðingar, sum kommunurnar hava í hesum sambandi. Beint eftir hana segði Jørn Kim Larsen, undirvísari Byggetek-Ulfborg-Kjærgaard í Danmark, nøkur orð um komprimering og góðsku í asfalti.

Næsta framløgan á skránni hevði heitið ”Asfaltsesongin, ella mangul upp á sama”, og tað var Páll Hansen, formaður hjá H.J. Asfalt, sum hugleiddi um hetta evnið. Síðani fekk Boði Haraldsson, rakstrarleiðari á Landsverki, orðið, og hansara framløga snúði seg um útboð av asfaltarbeiði.

Eftir døgurðasteðgin skipaði Eydna Sandberg Nielsen, verkfrøðingur á Landsverki, fyri einum samrøðupaneli við umboðum frá vinnuni. Í panelinum sótu Eyðun Magnussen, Kreton, Egil Johansen, HJ Asfalt, Edvard Mikkelsen, EM Asfalt, Jákup Enni, Articon, og Patur S. Vase, Landsverk.

Seinasta framløgan á degnum snúði seg um verkætlanir, seinkingar, sesong og loysnir, ið Mads Chr. Fejfer Jegsen, verkætlanarleiðari hjá Niras í Danmark, hugleiddi um.

Sum tað seinasta á skránni á Asfaltdegnum 2020 handaði Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, heiðurslønir fyri ársins besta asfaltarbeiði og ársins herðklapp.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her kann Gais-KÍ stroymast
Eitt 50 ára minni
Sangskeið verður í Nesvík í vetrar­feriun…
Vera Klipt í 25 ár
Hetta verður venjarin hjá Bjartalíð
Myndarøð: Team Klaksvík-KÍF 25-32
Parkeringsøkið í Kongaríki­num avhendað
Loysingar­flokkar - komið við einari full…
Team Klaksvík - KÍF í kvøld kl 18
Jóhanna á Tjaldrafløtti ársins leiðari
Stjørnan tekur ímóti EB í KÍ-høllini
Christian í Grótinum landað størstu sild…
Stúgvandi fult á Herluf's Kafé
Í Sjarpholi­num 1926
Stuðuls­avtalan við Varðan heldur fram
Ikki rætta løtan at tosa um loysing
Skótarnir í Føroyum fylla 100 ár
Snarboð á Vanganum: Fá boð á telefon­ina,…
Elsebeth spyr um dupultfunktió­nir á Land…
Starvsdagar í Borg