Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ógvella og aðrir fuglar, myndir frá í dag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  25.01.2020 - 17:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Fuglabókin hjá Mikkjali á Ryggi er sannur dýrgripur. Hon kom út í 1951 og endurprenta í 78. Um eitt nú Ógvelluna skrivar Mikkjal á Ryggi millum annað “Ógvella er minst av øllum antarsløgum her í sjónum síggjast, les og síggj myndir frá í dag:

Ógvella, summstaðni í Føroyum nevnd ógvølla, er ofta at síggja um veturin; á halvarðsøku fer hon, men tað hendir seg at síggja onkra um summarið, men eingin veit hana hava átt í Føroyum. Steggin, tá ið hann er fullbúgvin, er eyðkendur, tí hann er so nógv flekkutur á Høvdi og hálsi, mest hvítur við gráum og svørtum og brúnum litum her og har. Bringa og bak eru svørt, búkurin hvítur. Aftur úr velinum hevur hann tvær avbara langar svartar fjarðar. Bøgan er eisini flekkut um høvur og háls, brún um bak og bringu. Bæði hava tey ein reyðan lit frammarlaga á nevinum. Ungfuglurin líkist mest bøguni; men hann skiftir lit mangar ferðir, áðrenn hann fær sín rætta búna, - kennist tó altíð væl av tí, at ógvella er minst av øllum antarsløgum, her í sjónum síggjast. Eisini hon eigur norðuri í kuldalondunum, Svalbarði, Grønlandi, Íslandi.

Myndirnar eru tiknar norðuri á Strond í dag, hevur tú hug at fara at hyggja, so hav ein kikara við, tí tær eru ikki so lættar at koma framat:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…