Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins leiðarar 2020 | Topp 3 kandidatar eru nú vald

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2020 - 15:07 Tíðindaskriv Tíðindi

Ársins Leiðari er tignarligasti heiður ein leiðari í Føroyum kann fáa

Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2020, verður avdúkað kl. 16.15 á Leiðaradegnum, sum verður uppi á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar 2020.


TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar 2020 valdir

Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2020, hevur nú funnið fram til 3 sterk topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2020 sita Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands, Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa og Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.

 

TOPP 3 í stavrað >>

Topp 3 kandidatar innan tað almenna

Gudmundur Joensen, Ítróttaháskúlin í Suðuroy
Jógvan Fríðriksson, Føroya Biskupur
Johanna á Tjaldrafløtti, Húsarhaldsskúli Føroya

Topp 3 kandidatar innan tað privata

Árni Jakobsen, SMJ
Fróði Clementsen, Teldutænastan
Sunneva Háberg Eysturstein, Sirkus
 

Fríggjadagin 31. januar 2020 verður avdúkingin

Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar ur øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. januar. Høvuðsrøðari á degnum verður Christian Ørsted, kendur m.a. frá síni metsølubók “Livsfarlig Ledelse”. Hann arbeiðir nú uppá eina nýggja bók, ið viðger myturnar um broytingar á arbeiðsplássum, sum trívast millum leiðarar og okkum øll. Hetta fert tú at hoyra um á Leiðaradegnum 2020.

Stóra tema á degnum er “Fólk dáma ikki broytingar | Sannleiki ella myta?”.

 

Røðarir á skránni:

Hedvig Johansdóttir | Ársins almenni leiðari 2019
Leiðaradagurin 2020 verður settur
Christian Ørsted | Leiðsluráðgevi og rithøvundur
Fólk dáma ikki broytingar – Sannleiki ella myta?
Steinbjørn Hardlei | Rektari á Glasi
Ástøðiligur brellbiti um broytingarleiðslu
Turið F. Arge | Rakstrarstjóri í BankNordik
Tað er ikki líka mikið, hvussu tú fremur broytingar
Rune Green | Dramaturg & Humorist
Hvussu brúka vit humor tá alt broytist?
Ársins Leiðarar 2020 verða kosnir
 

Áhugin fyri degnum er stórur.

Fá pláss eru tó eftir til Tapas hjá Katrinu, sum er endabresturin um kvøldið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum