Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar fór skarvurin?

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.01.2020 - 11:38 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað eru nú gingin nøkur ár, síðani vit her í Norðoyggjum fyrstu ferð sóu eina sanna innrás av skarvi.  Tá Norðlýsið tá byrjaði at spyrja seg fyri, hvat hetta var fyri fyribrigdi, fingu vit einki kvalifiserað svar.

Onkur helt fast um, at hetta var føroyskur skarvur og metti at summarið tá fyri nøkrum árum síðani hevði verið so gott, at sera nógv var komið undan. Hetta sýntist eitt sindur løgið, tí samstundis var klagað um, at ov lítið var til annan fugl at eta kring oyggjarnar.

Seinni bleiv gitt, at hetta var Hetlandsskarvur, ella skarvur, ið var komin úr Skotlandi og oyggjunum har á leið.

Gitingin kemur frá 5 ella 6 ringmerktum skarvum, sum komnir eru higar úr Hetlandi. Um okkara skarvur fer hinvegin ella um teir helst 2-300 skarvarnir, ið hava verið á vágni í vetur eru føroyskir ella hetlendskir, tað veit ongin nakað um, bert git.

Í dag er støðan sum skilst tann saman, ongin veit við vissu hvaðani skarvurin kemur, um hann kemur aðrastaðni frá og vit eru fleiri, ið ikki trúgva at talan bert er um føroyskan skarv.

Fyri tveimum døgum síðani var eg niðri á Sandi ella við Biskupstorg, sum tað nú eitur við myndatólinum. Eg kundi ganga til teir fáu skarvarnar sum eftir eru, var bert einar tveir tríggjar metrar frá uttan at skarvurin flutti seg. - Tað var ikki gomul framferð hjá skarvi. Føroyski skarvurin, ið eg havi upplivað var sera styggur. Ungarnir vóru sagdir at vera “býttari” tú kundi lirka teg nærri at teimum, men so nær sum til hesar slapp tú ikki og serstakliga ikki um tað var gamalur skarvur.

Í einum innleggi eg áður havi gjørt setti eg spurningin, um vit ikki áttu at hava eygað við fuglameinginum, eitt nú um skúvin, at vit reguleraðu nøgdina. - Tá siga fuglafrøðingar her, at náttúran skal syrgja fyri tí sjálv.

Tað eru nú serfrøðingar ikki samdir í alla staðni kring um okkum.

Niðanfyri ein greinastuppi úr Fiskerforum:

 

SVENSK FORVALTNINGSPLAN FORESLÅR HALVERING I ANTALLET AF SKARV

Svenske myndigheder går langt mere radikalt til værks, når det drejer sig om regulering af skadevoldende vildt, som skarv og sæler. Bureaukratiske og meget omstændige regler for ansøgning om tilladelse til regulering af skadevoldende vildt i Danmark, gør det tilsvarende nærmest umuligt at regulerer disse fiskespisende skadedyr her hjemme. Her er svenskerne endnu engang et mulehår foran danskerne.


Forhistorien for vores svenske broderfolk, er at fiskebestandene også her er kraftigt faldene. Det har medført at det erhvervsmæssige fiskeri næsten er ophørt. Da både skarv og sæler er hovedmistænkte for at have indvirkning på fiskebestandene, negativt, foreslå myndighederne, efter et grundigt forarbejde blandt alle interessenter i området, at lægge en forvaltningsplan på bordet, der foreslår at antallet af blandt andet skarv i området halveres til ca. 3000 par inden år 2030.

Målet er tilsvarende, at skarven ikke må kolonisere sig og bredde sig i områder med fiskebeskyttelses-status.

Planen omfatter endvidere en detail-plan for, at skarven skal udgøre så procentvis lille en trussel for fiskebestande, der står på listen over truede fiskearter eller som har en ekstra vigtig funktion i økosystemet.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund