Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Hansen saman við Gavin og Craig Lewis. Teir verða allir við á sjómannadegnum 2020 | Mynd: Jógvan Hansen

Lewis's Fish & Grill vunnið heiður í Onglandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.02.2020 - 10:21 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Kokkarnir Gavin og Craig Lewis vunnu um dagarnar prísin sum besta nýggja Fish & Chips shop í Onglandi. Toskafløkini koma frá Gadus

Hósdagin 23. januar var Royal Lancaster Hotel í London karmur um National Fish & Chip Award í Onglandi. Talent og dygdargóðska eru í hásæti, har hugt verður eftir Fish & Chips ídnaðinum kring alt Ongland. Yvir 11.000 shoppir kappast um at gerast best innan hópin av kategorium. 

Fryntligu beiggjarnar Gavin og Craig Lewis, sum seinastu árini hava serverað í túsundavís av Fish & Chips portiónum til vitjandi á Sjómannadøgunum, luttóku eisini. Teir eru júst farnir undir at reka Lewis's Fish & Grill í Maidstone, Kent. Teir vunnu prísin sum besta nýggja Fish & Chips shop. 

Jógvan Hansen, sum sjálvur var staddur í London til handanina, sigur við Norðlýsið, at teir umframt Lewis beiggjarnar  eisini hava fingið Charlie Collinson, sum vann Young Fishfrier of the year at koma til sjómannadagin 2020. 

- Kokkarnir sum koma til Føroyar eru Gadus kundar og nú vinna teir og eru millum teir bestu í Onglandi, so tað er stuttligt. Vit gleða okkum at fáa teir tríggjar til Klaksvíkar at steikja okkara fisk á sjómannadagnum seinni í ár, sigur Jógvan Hansen sølustjóri hjá JFK. 

 

 

Les meira um Lewis's Fish & Grill her. 

Les meira um National Fish & Chip Awards her

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur er nú á odda
Føroyar trýstu Eysturríki í botn, men ta…
Minningarorð um Otto hjá Sámal úr Lorvík
Myndarøð: KÍ - B36 2-1
KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
Svein Rógvi tippar Jóansøkuróðurin
Kirkju­konsertir við Ari, Kamillu og Biri…
Upptakt: KÍ-B36
Urbanus á Kallinum
Nøglin: Dronumyndir­nar eru óbrúkiligar
Anru gjørt ein roktúr
Eingin kappróður leygar­dagin á jóansøku
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning