Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan sett venjara til komandi kappingarár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.02.2020 - 09:51 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Per Klarup, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá Stjørnuni seinnu árini, ikki heldur fram eftir lokið kappingarár.

Á fundi í KÍ-høllini í gjárkvøldi bleiv kunngjørt, at avloysarin fyri Per er funnin. Nýggjur høvuðsvenjari hjá Stjørnuni komandi kappingarár verður 28 ára gamli havnamaðurin Christoffur Gert Nielsen. Hóast sín unga aldur, so hevur Christoffur drúgvar royndir sum venjari, serliga sum ungdómsvenjari, bæði í Danmark og hjá  Kyndil. Kappingarárið 2017-2018 vandi Christoffur saman við Flemming Raben besta kvinnuliðið hjá Kyndil. Hetta seinasta árið hevur Cristoffur verið hjálparvenjari hjá 2. div. kvinnur  hjá danska felagnum Ajax.  Eisini hevur Cristoffur seinastu tvey árini verið hjálparvenjari hjá Per Klarup, sum hevur verið landsliðvenjari hjá gentum 1998-1999 og 2000-2001.

Christoffur hevur síðani 2010 tikið ymiskar hondbóltsvenjaraútbúgvingar, og er hann nú innstillaður til Diplomvenjaraútbúgving í 2021, sum er hægsta nationala venjaraútbúgvingin í Danmark.

Á fundinum í gjárkvøldi segði Christoffur m.a., at hann sera spentur uppá uppgávuna sum høvðusvenjari Stjørnuni, og fyri at verða so tætt knýttur at felagnum sum gjørligt, hevur hann gjørt av at flyta til Klaksvíkar at búgva.

Á fundinum skrivaðu Súsanna Lydersen forkvinna í Stjørnuni og Christoffur undir sáttmála, sum í fyrsta umfari er galdandi fyri kappingarárið 2020-2021.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG