Lýsing
Lýsing

Er útjavning millum kommunur nú tað rætta

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  11.02.2020 - 18:37 Lesarabrøv Politikkur

Havi ongantíð verið fyri kommunalari útjavning, hvørki alment ella privat, men at stovnar verða fluttir. Við tí slepst undan tí kaosi sum t.d. danir eru farnir ígjøgnum.  Seinastu fimm árini hava teir roynt at gera tað rætta, at flyta stovnar út um landið

Havi við áhuga lisið oddagrein í Norðlýsinum og grein hjá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni hjá Javnaðarflokkinum, við fyrispurningi í tinginum,  har hesir eru samdir um eina búskaparliga útjavning millum økini, men við ymiskum fortreytum.

 

Lat meg beinanvegin siga, hóast eg á ein hátt skilji teir,  eri eg ósamdur við hesar báðar. Eg eri avgjørt ikki fyri fíggjarligari útjavning millum kommunur og havi heldur ongantíð verið fyri hesum, hvørki, tá tað snýr seg um almenna fíggjarliga útjavning, ella at flyta hart vunnin rættindi ígjøgnum mong, mong ár við upp og niðurgongdartíðum .

 

Eg eri ikki fyri og havi ongantíð verið fyri at kommunur  ei heldur Klaksvíkar Kommuna, skulu fáa tilførdan fíggjarligan kapital uttan at hetta verður arbeitt fyri – lat meg eisini siga – at tá eg var í løgtinginum var eg eisini fyri at minka stuðulin úr Danmark til Føroya og tað eri eg framvegis. – Verður ikki arbeiði lagt í, er alt “umsonst”!

 

Billund kommuna er gott dømi

Vit hava sæð ígjøgnum ártíggjur kaosið í Danmark av fíggjarligari útjavning millum kommunur. Seinastu árini hava danir gjørt av at flyta alemmar stovnar, landsstovnar, tá sentraliseringin ovtók seg, úr Keypmannahavn til økir úti um í landinum. Hóast onkrar vansar, er hetta væl eydnað og víðfevnd politisk semja er um at halda fram við tí.

 

Eitt óheppið dømi av mongum  er t.d., at familjan Kirk, hevur á privatari grund skapt eina heimsumfatandi fyritøku, LEGO, í Billund,  nú skal peningur  - eftir gomlu skipanini - takast frá Billund kommunu, til aðrar, tí fyritøkan er góð fyri kommununa. Fyritøkan er upparbeidd ígjøgnum svárar trongdir, men hevur lívbjargað sær á tindin, tí taka politikarar á Christiansborg pening úr Billund Kommunu til aðrar og soleiðis  á ávísan hátt leggja seg á privatar pengar. – Hetta elvir ikki til skapan og menning – tvørturímóti.

 

Tá sentraliseringin ovtók seg

Tað sum er umráðandi og tað sum hevur verið uppi við ávísum millumbilum í hálva øld og meiri, tó uttan úrslit er, at neyðugt verður at “tøma partar” av almennum stovnum út úr Suðurstreymi og flyta teir út um í landinum. Soleiðis fáa vit einar sunnar og væl mentar Føroyar!

 

Soleiðis fáa vit “hjálpt” Havnini burturúr ovur dýru og óloysiligu búsetingaravbjóðinunum, trongdini og trongskygni við parkering, kostnaðarmiklum byggingum og almennum útbyggingum  við rakstri.

 

Hetta gevur aftur eina nátúrliga útbygging av okkara landi, sum ikki framvegis avlagast og skeiklast. Soleiðis fáa økini meiri støðugar inntøkur umframt vinnuligar. Tí vit vita, at vinnuligar inntøkur eru, hava verið og verða altíð meiri óstøðugur.

 

Landspolitiski myndugleikin

Stóri og afturvendandi trupulleikin, at onki er hent í málinum er m.a., at politikarar úti um  landið eru – møguliga – heldur líkasælir í málinum, teir hava tað jú gott og friðfylt. Politikarar í Suðurstreymi, “lata teir bara sjálvandi hava tað gott”. Harmuligt hevur eisini verið, at flytingar hava verið stríðsmál, hvar stovnar skulu liggja. – Tað hevur altíð undrað meg!

 

Tí seti eg spurningin: “Er fíggjarlig útjavning millum komunur nú tað rætta”. Er ikki rættari, at gera gjøgnumført arbeiði fyri “at flyta stovnar”, so arbeiði og inntøkur fylgja hvørt øðrum. Soleiðis slepst samstundis undan tí kaosi, sum danir hava verið ígjøgnum og nú  seinastu fimm árini fóru undir tað rætta, at flyta stovnar! Teir hava langt á mál.  Tað hevur so nógvar aðrar fyrimunir, sum ikki er pláss fyri í hesum viðfangi.

 

PS!

Smáu og avsíðis plássini og oyggjarnar skulu viðgerast fyri seg!

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…