Lýsing
Lýsing
Lýsing

Johannes Jensen serveraði laks fyri Henry Kissinger

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  15.02.2020 - 11:05 Tíðindi Vinna

Tann ókrýndi kongurin í føroyskari matstovu- og hotellvinnu er Johannes Jensen. Í vikuskiftisútgávuni av stóra danska dagblaðnum Børsen er nakað so sjáldsamt sum ein umfatandi lýsing av manninum, ið annars ikki er nógv at hoyra í miðlunum. Eitt nú verður greitt frá tí ferðini, tá 19 ára gamli Johannes serveraði føroyskan laks fyri Henry Kissinger.

Í vikuskiftinum var drúgv blaðgrein um ókrýnda hotellkongin í Føroyum, sum vit her skulu taka eitt sindur burturúr, nú Michelin í næstum – tann 17. februar í Tróndheimi – skal luta út stjørnur til bestu matstovurnar í heiminum. Matstovu- og hotellvirksemi er jú eisini á breddanum í Klaksvík, nú ítøkiligar ætlanir eru um hotellbygging.

Grafurin vísir gongdina í talinum av flogferðandi og starvsfólkum í ferðavinnuni.

Blómandi ferðavinna blivin eitt munandi íkast

Klaksvíkin er kend fyri at vera ein týðandi viðleikari í teimum báðum stóru útflutningsvinnum okkara, fiskivinnuni og alivinnuni. Tað er kanska tí í tøkum tíma, at Klaksvíkin av álvara fer at spenna seg út í ferðavinnuni, sum er við at blíva tann triðja týðandi útflutningsvinnan. Í Norðoyggjum hevur Trøllanes ment seg til eitt væl dámt ferðamál, meðan tey á Hotell Norð á Viðaroyi eisini hava spíla seg út við eini størri útbygging í fjørsummar. Men Klaksvíkin haltar eftir, men nú eru ítøkiliga ætlanir um hotelbygging.

At ferðavinnan blómar í løtuni er eyðsæð. Talið av ferðafólkum er ferfalda seinnu árini, meðan talið av starvsfólkum í hotell- og matstovuvinnuni er næstan tvífalda úr 500 til sløk 900, sambært greining hjá Danmarks Nationalbank – sí mynd. Ný- og útbygging av teimum áðurnevndu trimum hotellunum í høvuðsstaðnum viðførir eina tvífalding av hotellkapasitetinum í Føroyum úr 450 til yvir 900 hotellkømur í næstum. Onkur kann tí seta spurningin, um Klaksvíkin er ov sein á sjóvarfallinum til at klára seg í kappingini við hesi hotellini, men helst hugsað stigtakararnir, at skjótt vaksandi ferðavinnan vil kasta av sær fleiri vitjandi kring alt landið.

Hotellkongurin serveraði laks fyri Kissinger

Sum Børsen skrivar, er tað matstovukokkurin Poul Andrias Ziska, ið hevur fingið størst uppmerksemi í sambandi við allan altjóða heiðurin til Koks, men tað er Johannes, ið er bakmaðurin. Uttan hann ongin matstova. Koks var upprunaliga hansara hugskot, og tað er hann og fyritøka hansara, ið hevur gjørt tað fíggjarliga møguligt at skapa hetta lítla undri.

Gist og Vist eigur og rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar, Koks, Áarstova, Fútastova, Barbara, Ræst umframt eina røð av øðrum matstovum í høvuðsstaðnum. Johannes Jensen eigur sambært Børsen 40% av partapeninginum í Gist & Vist. Hóast Gist & Vist einans eiga 15% av skonkiloyvunum í Føroyum, má Johannes Jensen ásannað yvirfyri Børsen, at virksemi hansara fyllir nógv á føroyska marknaðinum: “Eg eri fyri sovítt glaður fyri, at fólk hugsað, at eg eri næstan einsamallur á marknaðinum, tí tað merkir jú, at míni matarstøð hava størst týdning og kanska eisini eru tey bestu.”

“Eg eri fyri sovítt glaður fyri, at fólk hugsað, at eg eri næstan einsamallur á marknaðinum, tí tað merkir jú, at míni matarstøð hava størst týdning og kanska eisini eru tey bestu.”

– Johannes Jensen

Børsen ger nakað burtur úr at greiða frá bakgrundini hjá 57 ára gamla hotellstjóranum. Johannes er jú sjálvur vaksin upp á Hotell Føroyum í 60’unum og 70’unum, hóast hotellið tá lá við Kongabrúnna. Foreldur hansara róku gistingarhúsið, har Johannes sjálvur frá 7 ára aldri eisini vaskaði upp, gjørdi mat og serveraði. Hetta gekk tó eisini útyvir skúlaskapin, tí fáar mánaðir áðrenn hann skuldi taka studentsprógv bleiv hann tveittur úr skúlanum fyri ov nógva fráveru.

Í staðin endaði 19 ára gamli Johannes tá sum starvsfólk á Hyatt Hotel í Djakarta í Indonesia, har hæddarpunkt hansara bleiv at servera laks fyri amerikanska uttanríkismálaráðharranum Henry Kissinger. Kokkurin á hotellinum spurdi unga føroyingin, um hann ikki kundi skaffa føroyskan laks at matgera til amerikumannin. Tað endaði við, at ungi føroyingurin ílatin silkihandskar sjálvur fekk lov at servera eitt petti av laksi frá pápa sínum fyri navnframa Kissinger.

“Tá var tað ongin úti í heimi, ið ánaði nakað um Føroyar. Men tá eg kom til Kissinger, spurdi hann meg: ‘Are you really from the Faroe Islands?’ Hann visti, hvar tað lá, og tað gjørdist eg ovfarin av. Tað var fyrstu ferð, at eg upplivdi, at nakað serstakt kann koma frá Føroyum” fortelur Johannes Jensen fyri Børsen.

Tá Johannes Jensen í 2002 sum 40 ára gamal flutti aftur til Føroya eftir drúgva altjóða starvsleið innan fiskivinnuna, hevði hann ætlanir um at fara í oljuvinnuna at starvast. Men eitt sindur av tilvild gjørdist hann fyribils stjóri á Hotel Føroyum, har hann seinni eisini fekk bjóða møguleikan at gerast partaeigari. Í dag starvast 190 starvsfólk í Gist og Vist samtakinum, ið hevur ein árligan umsetning á 180 milliónir krónur.

Regin rósti Johannesi fyri framskygni

Í blaðgreinini í Børsen verða aðrir lyklapersónar í føroyskum vinnulívið eisini endurgivnir í umrøðuni av Johannesi Jensen. Millum annað hevur Børsen skift orð við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands, og Regin Jacobsen, forstjóra á Bakkafrosti.

Guðrið Højgaard hevur bara gott at bera sínum nevndarformanni og samstarvsfelaga: “Óansæð um ein vil tað ella ei, er Johannes ein flaggberi í føroyskari ferðavinnu. So fylgja hini eftir. Eg plagi at siga við hann, at høvdu vit havt trý av hansara slag í Føroyum, hevði okkara ferðavinna verið eins stór sum tann íslendska.” Eisini heldur Guðrið, at Johannes ger nógv vælgerandi arbeiði við sínum virksemi: “Við Koks hevur hann brúkt nógvan pening upp á at skapa virðir fyri alt tað føroyska samfelagið. Tað eru nógvir handilsmenn, ið forvinna meira pening enn hann, men hann skapir onnur virðir, ið nema við okkara sjálvvirði og sjálvsfatan.”

Rósandi orð koma eisini frá Regin Jacobsen, sum í 2010 bjóðaði Johannesi Jensen sessin sum næstformann í nevndini fyri Bakkafrost. Hetta val grundgevur Regin fyri Børsen: “Tað er serliga hansara marknaðarinnlit, vit hava brúk fyri. Hvat kunnu vit væntað okkum av marknaðinum í framtíðini? Vit hava flutt okkum nógv hesi seinastu tíggju árini.” Børsen nevnir eisini, at virðið á Bakkafrosti síðani børsskrásetingina í 2010 er meira enn tjúgufalda.

Alikongurin sær eisini eina felags missión við hotellkongin: “Vit skapa eina serstaka og ektaða uppliving. Og vit hava í dag eitt sera jaligt samspæl millum eitt sterkt vinnulív, eina trúgv upp á framtíðina millum føroyingar og so sera jaliga umdømi Føroyar upplivir kring knøttin.”

Í vikuskiftinum frættist, at Johannes Jensen júst hevur søkt um byggiloyvi til at byggja eitt nýtt Koks í Syðradali í Suðurstreymi, har ætlanin eisini er at byggja nakrar smáttur í lendi, ið kunnu nýtast til gistingar knýttar at matstovuni. Nýggja matstovan skal standa klár í 2022. Staðfestast kann – millum annað við støði í frásøgnunum í Børsen – at Johannes Jensen hesi síðstu sløk 20 árini í ferðavinnuni veruliga hevur havt eina hepna hond við tí, sum hann er farin undir.

Brot úr greinini í vikuskiftisblaðnum hjá Børsen, ið verður nógv lisin av donskum vinnulívsfólki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum