Lýsing
Lýsing

Húsaprísirnir kunnu økjast enn meira

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  20.02.2020 - 16:44 Tíðindi

Ein fesk greining hjá Betri Banka bendir á, at húsaprísirnir í Føroyum kunnu økjast enn meira komandi tíðina. Tí sambært greiningini fer minni partur av inntøkuni til bústað nú enn fyri fíggjarkreppuna fyri 10-12 árum síðani. Men tað eru tó nøkur fyrilit, ið tala ímóti hesi niðurstøðu um vaksandi húsaprísir.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur sett ein arbeiðsbólk at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, ið millum annað skal seta út í kortið, hvat skal gerast við bústaðartrotið her á landið. Bólkurin fekk evstamark til hálvan januar, men farna vikuskiftið frættist, at bólkurin hevði fingið longda freist til hálvan februar til at gera seg lidnan við frágreiðing sína. Tað verður annars bíða við spenningi eftir tilmælunum, tí júst trotið á bústøðum til at nøkta tørvin hjá uppvaksandi og tilflytandi yngru ættarliðunum var eitt av høvuðsevnunum til seinasta løgtingsval.

Tað er tí áhugavert, at Betri Banki júst nú hevur gjørt greining, sum vísir, at minni partur av inntøkuni til bústað í dag í mun til áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-12 árum síðani. Tí er lutfalsliga bíligari at vera húsaeigari í dag. Orsøkirnar eru serliga metlága rentan, lægri inntøkuskattur, og at lønirnar eru hækkaðar. Eins og á øllum øðrum marknaðum er tað útboð og eftirspurningur, ið avgera prísin á bústaðarmarknaðinum. Og er tað soleiðis, at keypiorkan hjá potentiellum bústaðareigarum er økt, meðan útboðið av bústøðum framvegis ikki megnar at fylgja við, kann greiningin benda á, at húsaprísirnir skulu økjast enn meira. Greiningin er tó í so einføld til heilt at kunna stuðla undir tílíka forsøgn. Meira um tað síðst í greinini.

Kelda: Betri Banki, www.betri.fo

Greiningin hjá Betri: Bíligari at vera húsaeigari

Betri Banki hevur roknað út, at sonevnda bústaðarbyrðan er fallin. Bústaðarbyrðan er roknað sum prosentparturin av inntøkuni eftir skatt hjá einum pari við tveimum børnum, sum fer til at fíggja ein bústað. Greiningin er gjørd við støði í miðal sethúsaprísum og miðal inntøkum í Føroyum.

Sambært Betri vísir greiningin, at beint áðrenn fíggjarkreppuna í 2008-2009 fór størri partur av inntøkuni til bústað enn í dag. Hetta framgongur av grafi frá Betri Banka, sum vísir gongdina í bústaðarbyrðuni fordeild á økir í landinum. Heilt ítøkiliga vísir greiningin, at eitt húskið í miðstaðarøkinum í 2019 í miðal brúkti 30% av inntøkuni eftir skatt til bústaðarútreiðslur, sum er 8 prosentstig lægri enn tey 38% húskið í miðal brúkti í 2009. Her ger Betri tó eina roknivillu, tá tey siga hetta merkja, at fólk í Tórshavn hava í miðal 8% meira av inntøkuni eftir, tá parturin til bústað er goldin. Tí um hetta veruliga er gongdin, hevur miðal húskið í miðstaðarøkinum 13% meira eftir, ikki 8%. (Hetta kemst av, at tey 8 prosentstigini skulu setast í mun til tey 62%, ið tey plagdu at hava eftir bústaðarútreiðslurnar vóru goldnar.)

Fyri bólkin av størri bygdum og býum – har Klaksvík verður roknað uppí – vísir greiningin, at bústaðarbyrðan er minkað við 3 prosentstigum til 17% í mun til, tá hon toppaði á 20% í 2007. Sostatt hava hesi fólk sambært greingini 4% meira eftir aftaná bústaðarútreiðslur.

Tað merkir eisini, at hóast sethúsaprísirnir hava verið støðugt hækkandi seinastu árini, fer minni partur av inntøkuni til bústað í dag. Umframt lága rentustøðið og vaksandi lønarinntøkur, so eru orsøkirnar eisini, at inntøkuskatturin sum heild er lækkaður, og at barnafrádráttirnir eru hækkaðir í flestu kommunum. Til samanberingar var bústaðarrentan 7,25% í 2008, og miðal lønarinntøkan var 273.000 krónur. Í dag er bústaðarrentan 2,95%, og miðal lønarinntøkan er 361.000 krónur.

Út frá hesum einføldu útrokningum hjá Betri Banka av vaksandi keypiorkuni hjá miðal húsaeigaranum í ymsu økjunum, kann ein tí gera einføldu niðurstøðuna, at húsaprísirnir kunnu økjast enn meira komandi árini. Men tað er nakrir veikleikar við greiningini, ið tala ímóti, harnæst eru nøkur onnur fyrilit, sum eisini gera seg galdandi.

Kelda: Betri Banki, www.betri.fo

Onnur viðurskifti geva meira blandaða mynd

Eftirspurningurin frá húskjum grundað á teirra keypiorku er tó bara ein partur av søguni, tá umræður gongdina á bústaðarmarknaðinum. Eitt nú kunnu rentugongdin komandi árini, inntøkugongdin í ymsu økjunum, samfelagsliga menningin seinnu árini og eitt økt útboð av bústøðum fáa avgerandi týdning fyri, um húsaprísirnir fara at vaksa enn meira.

Ein veikleiki í greiningini er samanblandingin av miðaltølum fyri alt landið við gongdina í ymsu økjunum. Hóast Betri Banki ikki upplýsir tað beinleiðis, gangi eg út frá, at greiningin ikki byggir á miðalinntøkurnar í einstøku økjunum, men einans á sethúsaprísirnar í ymsu økjunum. Hagstova Føroya upplýsir heldur ikki lønargjaldingarnar og løntakaratølini útgreinaði á landaøkir, tí hevur Betri Banki heldur ikki grundarlag til at gera tær útrokningarnar. Ein nýtist tó bert at kaga at gongdini í skattainntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu fyri at staðfesta, at inntøkurnar hjá borgarunum í hesum økinum eru øktar við meira enn teimum 32%, ið miðal lønarinntøkan í Føroyum er økt við hesi árini. Og tá keypiorkan er økt enn meira enn útrokningin av miðaltølum vísir, kann roknast við at bústaðarbyrðan er latna enn meira í Klaksvík. Hetta talar so aftur fyri enn størri trýstið á húsaprísirnar her.

Eisini stuðla útlitini til at taka Eysturoyartunnilin í nýtslu komandi ár undir, at sethúsaprísirnir í norðurøkinum økjast skjótari enn í restina av landinum. Hinvegin tykist útboðið av bústøðum og grundøkjum eisini at taka dik á seg komandi tíðina. Eitt nú verða fleiri bústaðir bygdir bæði í Norðoyggjum og í Eysturoynni, eins og Klaksvíkar kommuna nú útstykkjar til 91 bústaðareindir á Fossum, ið eftir ætlan verða lutaði út í juni í ár. Eitt størri útboð av bústøðum og grundøkjum leggur alt annað líka ein doyvara á vaksandi húsaprísirnar í økinum. Sama ger seg galdandi í miðstaðarøkinum, har heilt nógvar stórar byggiætlanir eru ávegis – eitt nú við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.

Realkredittfígging bíligari og meira útbreitt

Hóast inntøkurnar eru batnaðar og rentuútreiðslurnar munandi lækkaðar síðstu 10-12 árini, so eru fíggingarmøguleikarnir tó eisini broyttir á annan hátt hesi árini síðani fíggjarkreppuna. Ein greining hjá danska Tjóðbankanum í farnu viku, at donsku realkredittstovnarnir seinnu árini við lóg eru blivnir álagdir at tátta í sínar treytir til lántakarar. Donsku realkredittstovnarnir eru sum kunnugt eisini virknir í Føroyum.

Realkredittstovnar skulu soleiðis seta strangari krøv enn áður til lántakarar, ið lána meira enn 60% av húsavirðinum, og hvørs lán svarar til meira enn fýra ferðir inntøkuna fyri skatt. Eitt húski, ið lænir meira enn fýra ferðir inntøku teirra, og har samlaða lántøka teirra svarar til meira enn 90% av húsavirðinum, fær einans loyvi til at taka realkredittlán við avdráttum og fastari rentu alt tíðarskeiðið – um tað yvirhøvur fær lán.

Greiningin hjá Tjóðbankanum vísir tó eisini, at lánirentan á realkredittlánum er so lág nú, at eitt húski kann sita næstan eins bíliga í tí í dag við avdráttum og fastari rentu, sum eitt húski gjørdi innan fíggjarkreppuna við realkredittláni uttan avdráttir og við skiftandi rentu. Sí talvuna frá greiningini, sum tó skal takast við tí fyrivarni, at í Føroyum er umsitingargjaldið áleið 0,6-0,9 prosentstig hægri enn í Danmark. Sostatt var fasta effektiva realkredittrentan í Føroyum áleið 1,8% í mun til umrøddu 0,9%. Hetta er tó framvegis munandi lægri enn fyri fíggjarkreppuna, og flestu fíggingarstovnar væntað ikki, at rentan hækkar aftur í bræði. Og tá føroyingar í nógv størri mun eru farnir at taka realkredittlán at fíggja húsakeyp og -bygging, stuðlar hetta eisini undir keypiorkuna hjá føroyskum sethúsaeigarum.

Kelda: Danmarks Nationalbank, www.nationalbanken.dk

Tørvur á væl undirbygdari langtíðarætlan

Í aðrari grein beint eftir løgtingsvalið mælti eg til, at nýggja samgongan lýsir málið væl og leggur eina ítøkiliga ætlan fyri sínum íkasti og skapa fortreytir fyri privata íkastinum. Marknaðirnir skulu nokk virka til at loysa sín part av málinum, um myndugleikarnir við skili skipa fyri fortreytunum. Fortreytirnar eru umframt reglugerðir og lógarverk, eisini almenn bygging av neyðugu bústøðunum til gomul, ungdóm og ikki fullfør fólk, og at bjóða fram ivaleyst av byggibúnum undirlendi. Vónandi verður hetta alt partur av frágreiðingini hjá arbeiðsbólkinum hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Váðafús og enn lagaligari almenn lánifígging loysir heilt vist ikki bústaðarneyðina í sjálvum sær, tvørturímóti vil ein almennur bústaðarbanki avlaga verandi marknað fyri bústaðarfígging. Privatu bankarnir og donsk realkredittfeløg fíggja í dag bústaðir í Føroyum fyri yvir 10 milliardir krónur. Sum greiningin hjá Betri Banka vísir, so er bústaðarbyrðan – vegna hægri inntøkur og lægri rentuútreiðslur – væl lægri í dag enn fyri fíggjarkreppuna.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…