Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú bleiv ein pensjonistur aftur sagdur úr starvi

SKRIVAÐ: Tordur J, Niclasen  |  27.02.2020 - 13:28 Politikkur Tíðindaskriv

Fyri tíð síðan møtti eg kvinnu, sum vegna aldur varð søgd úr starvi. Heilsuliga var hon væl fyri og kundi hugsað sær at hildið á í starvinum. MEN orsakað av, at hon var vorðin 70, varð hon send til hús.

Nú hendi tað so aftur. Maður, sera væl fyri, sum ongar ætlanir hevði at gevast á arbeiðsmarkanaðinum, uppsagdur - eina og aleina tí hann var vorðin 70 ára gamal. 

Ivaleyst eru mong uppsøgd vegna aldur síðan nýggja samgongan tók við 14. september 2019 og tað sum syrgiligt er, er, at landsstýrismaðrin í fíggjarmálum drálar við at fremja tær broytingar á hesum øki, sum avtalað varð, tá nýggj samgonga varð skipað. Nevnliga, at “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum.”

Hóast landsstýrismaðurin í svari til undirritaða tann 17 oktober segði at “Miða verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast ”   so er eingin broyting framd og er hetta beinleiðis orsøkin til, at  fólk framvegis verða søgd úr starvi vegna aldur.

At hesin áralangi mismunurin soleiðis far loyvi at halda fram, er einki minni enn ein háðan móti pensjonistunum og tryggjar ikki javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum!

At landsdsstýrismaðurin í fíggjarmálum umhugsar at broyta fráfaringaraldurin til 72 ger ikki missmunin minni! Tínaverri avdúkar tað eisini, at landsstýrismaðurin als ikki hevur skilt, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin sum er avgerðandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tað eigur at vera viðkomandi pensjonistur sjálvur, sum tekur hesa avgerð, nær hann/hon ynskir at gevast á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki nakað sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal avgerða.

Politiskt hevur ljóðað, at tað er “lættari fyri arbeiðsgevaran” at siga fólk úr starvi, tá ávísur aldur er ásettur. Men so er spurningurin, eigur størri atlit at verða tikin til “arbeiðsgevaran” enn til landsins pensjonistar ? Her eigur at havast í huga, at ein av mongu uppgávum arbeiðsgevarans er eisini at siga fólk úr starvi – um so skal vera. Men tá skal tað vera væl grundað og taka støði í m.a. “manglandi førleika” – og tá eigur avgerðin sjálvandi ikki at vera aldurstreytað.

Ì Danmark varð komið hesum mismuni til lívs 1. Januar 2016, tá lógin varð broytt soleiðis, at ikki var loyvt longur at siga fólki úr starvi vegna aldur.

Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið avtøkan av aldursmarkinum fer at hava, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin tað kemur at hava fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild.

At “aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum “ er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjonista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt.

Nú verður áhugavert at síggja, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur seg til samgonguskjalið, áheitanina frá Landsfelag Pensjonista – ella tað verður atlitið til “arbeiðsgevaran” sum verður avgerðandi.

 

 

Tordur J, Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG