Maria og Julian danskir ungdómsmeistarar
Maria Biskopstø og Julian Gregersen blivu danskir ungdómsmeistarar farna vikuskifti
Fleiri góð avrik í Sparbank Arena í Skive farna vikuskiftið, tá danska innandura meistaraheitið í frælsum ítrótti bleiv hildið. 46 feløg og 458 íðkarar vóru við.
Treysti skuldi hava tær tríggjar Oddvør Josephsen, Mariu Biskopstø og Vibeku Sivertsen við, men tíverri mátti Vibeka geva avboð vegna sjúku. Umframt tær báðar, so luttók Julian Gregersen, sum er niðri í lestrarørindum, eisini. Oddvør og Maria luttóku í bólkinum 18-19 og Julian i bólkinum 20-22. Tær umboða Vejle IF og Julian umboðar FIF.
Leygardagin kl. 11 vóru 400m á skránni hjá Oddvør og Mariu. Oddvør var í fyrsta riðli og rann uppá 62,49 sek. sum er umleið tvey sekund seinni enn hennara besta tíð á teininum innandura. Hon bleiv nummar sjey. Tíðin røkkur til nýtt bólkamet.
Maria setti seinasta ár føroyskt met við 58,88 sek. Hon vísti í Íslandi í januar, at venjingarstøðan er góð, tá hon rann uppá 59,26 sek. Var eitt nýtt met í væntu? Hon var í riðili saman við Marthu Danneskjold Rasmussen, sum hevur bestu donsku tíð á 400m teininum í ár. Eftir fyrstu 200m var Martha klárt frammanfyri, men seinastu 100 metrarnar byrjaði munurin at styttast, men Martha gjørdist vinnari og tíðin vísti 57,48 sek. Maria var stutt aftanfyri, so nýtt met varð ivaleyst sett. Tá tíðin kom vísti hon 58,01 sek. og harvið klárt nýtt føroyst met og silvurheiðursmerkið til Mariu. Hetta er eitt av hennara allarbestu avrikum nakrantíð.
Seinni leygardain skuldi Maria renna 800m. Hon vann, heldur óvæntað, hesa kapping í fjør í eini taktiskari renning. Í hesi renningini legði hon seg á odda frá byrjan við sama taktikki, sum í fjør. Fyrsta umfar 38 sek., næsta 37,5 sek., triðja 37 sek. og so byrjaði ferðin at økjast, men Maria helt lættliga allar kappingarneytar aftanfyri heilt til málstrikuna og rann seinasta umfar uppá 32 sek. og bleiv harvið danskur meistari og gullvinnari við 2.24,38 min. Hon hevur áður runnið teinin umleið 10 sekund skjótari.
Julian rann 3.000m leygardagin. Hann og ein liðfelagi høvdu ætlanir um at renna undir 9 min. Fyrstu 1.000 metrarnir blivu runnir uppá 3.09 og Julian hugsaði nú bert taktiskt og um at vinna, sum hann helt verða møguligt. Eftir næstu 1.000m uppá 3.12 ella 6.21 fyri 2.000m var hann væl fyri og lá á odda. Hann setti nú ordiliga ferð á og rann næstu trý umførini uppá 34-35 sekund, og seinastu tvey rann hann uppá 32 sekund, so seinastu 1000 metrarnar blivu runnir uppá 2.48. Ongin megnaði at fylgja honum og gjørdist hann danskur meistari og gullvinnari við 9.09,18 min. Tíðin er eisini nýtt bólkamet.
Sunnudagin runnu Oddvør og Maria 200m. Tær vóru komnar í sama riðil. Maria rann uppá 26,81 sek. og betraði harvið føroyska metið, sum hon setti í Reykjavík fyrr í ár og var 27,20 sek. Oddvør rann uppá 27,33 sek. sum bert er 11/100 sek. frá hennara bestu tíð. Maria gjørdist nummar fimm og Oddvør nummar átta.
Julian luttók í 1.500m og metti seg hava møguleika til gull ella silvurheiðursmerki. Hann legði seg á odda og rann fyrstu fimm umførini uppá 33,5-34,5 sek. rundaði 1.000m í 2.50. Hann var tá einar 5-7 metrar frammanfyri næsta rennara og langt frammanfyri tann triðja. Munurin aftur til næsta rennara byrjaði at minkað, hóast ferðin bleiv økt og tá teir fóru út á seinasta umfar, vóru teir mestsun javnir. Á mótsattu langsíðuni fór hin framum og Julian megnaði ikki at svara aftur. Hann rann seinastu 500m uppá 1.20 og kom á mál, sum silvurvinnari við 4.09,99 min. sum eisini er bólkamet.
Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit DMU inni 2020
Havnafeløgini Bragdið og Hvirlan høvdu ávikavist seks og fýra íðkarar við. Tey vunnu eisini heiðursmerkir av øllum sløgum og settu fleiri bólkamet. Harumframt settu Hvirluíðkararnir Lydia Simonsen í kúlu við 11,11m og Dánjal D. Ljósheim í 200m við 23,51 sek. føroysk met.