Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit skulu eggja pápum til at taka størri part av barnsburðarfarloyvinum

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  09.03.2020 - 09:28 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Hetta segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, millum annað í sofakjaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld á altjóða kvinnudegnum, 8. mars.

Landsstýriskvinnan tók lut í sofakjaki undir yvirskriftini Arbeiðsmarknaður, samfelagsábyrgd og barsil til menn.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur segði, at nógvir fyrimunir eru, tá páparnir taka størri part av barnsburðarfarloyvinum.

Vit eiga at eggja monnum til at fara í barsil, tí vit vita, at tað er betri fyri alla familjuna.
Hon heldur, at sum útgangsstøði skulu vit lata foreldrini sjálvi ráða fyri, hvør tekur størsta partin av barnsburðarfarloyvinum men staðfesti samstundis, at her skal ein hugburðsbroyting til.

Vit skulu lýsa hetta økið betur. Kanska gera eina almenna lýsingarkampanju, har vit greiða frá, at tað veruliga loysir seg, at bæði foreldur taka lut í barnsburðarfarloyvinum. Og greiða frá, hvussu gott tað er fyri sambandið við barnið og enntá fyri sambandið við makan. Á henda hátt vænti eg, at flestu pápar fara at krevja sín part av barnsburðarfarloyvinum, heldur landsstýriskvinnan.

At enda nýtti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir høvið til at koma við einari áheitan á føroysku kvinnurnar:

Haldið tykkum til og takið við teimum avbjóðingum, sum eru. Farið eisini eftir teimum góðu størvunum. Vit kvinnur eru bestemt ikki minni dugnaligar, enn menn, var boðskapurin hjá landsstýriskvinnuni í javnstøðumálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…