Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá pressufundinum týsdagin 9. mars eftir, at danska stjórnin hevði hitt fakfeløg og vinnulív um búskaparligu avleiðingarnar av Corona.

Danska stjórnin hjálpir búskapinum, hvat ger Landsstýrið?

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  14.03.2020 - 23:59 Politikkur Tíðindi Vinna

Í kvøld samráðist danska stjórnin við partarnar á danska arbeiðsmarknaðinum um triðja búskaparliga hjálparpakkan hesa vikuna. Føroyska landsstýrið hevur ikki enn tikið slíka hjálp upp á tungu. Nú er tann stundin komin.

Í hesi vikuni er danska stjórnin komin við tveimum hjálparpakkum til at avbøta búskaparligu avleiðingarnar av Corona. Í vikuskiftinum verður nú arbeitt upp á hátrýst við triðja hjálparpakkanum, sum m.a. snýr seg um lønarendurgjald til hart sperdu privatu fyritøkurnar. Føroyska landsstýrið hevur ikki so mikið sum nevntnakran hjálparpakka enn.

Fyrstu tveir hjálparpakkarnir stuðlaðu smalt

Týsdagin setti danska stjórnin í verk fyrsta hjálparpakkan, sum eitt nú snúði seg um útsetan av avrokning av MVG og skattagjaldingum hjá donsku fyritøkunum fyri yvir 100 mia.kr. umframt endurgjald til fyriskiparar av avlýstum tiltøkum v.m.. Hósdagin var høvuðsamboðið ein linkan av kapitalkrøvunum til donsku peningastovnarnar á 2 %-stig svarandi til meirútlán fyri 200 mia.kr. Og hóast fíggjargeirin er danskt málsøki fevnir hjálparpakkin ikki um føroysku peningastovnarnar, tí linkaði kapitalbuffarin er longu 0% fyri føroysku stovnarnar.

Um føroysku peningastovnarnir fingu líknandi linkan í kapitalkrøvum teirra - eitt nú við at minka um systembuffaran á 3% - vildi hetta frígivið kapital til økt útlán til trongdar fyritøkur og húskir fyri áleið 2 milliardir krónur. 

Triði hjálparpakkin rakar heilt breitt

Í kvøld verður so samrátt við partarnar á danska arbeiðsmarknaðinum um ein triðja hjálparpakka, har danska stjórnin traðkar til við lønarkompensatión til raktu fyritøkurnar, soleiðis at hesar fáa eina tilskundan til ikki at siga fólk úr starvi. Grundhugsanin er, at danski statskassin allíkavæl í síðsta enda verður hart raktur av vaksandi arbeiðsloysi og øktum húsagangum. Og tá danski statskassin er botnsunnur, hevur stjórnin fíggjarligt rásarúm til at gera nakað við málið.

Átroðkandi tørvur á føroyskum hjálparpakka

Tað er ein átroðkandi tørvur á, at føroyska landsstýrið eisini kemur við líknandi átøkum beinanvegin. Tað er sera órógvandi, at almenni geirin einans megnar at seta meinbogar fyri privata fyritaksemi í strembanini eftir at avmarkað smittuvandan uttan á nakran hátt at avmarka fíggjarligu avleiðingarnar. Her nyttar ikki bert at seta sítt álit á serføroysk viðurskifti og vælvild, tí avleiðingarnar fyri føroyska búskapin vera ógvusligar, um onki verður gjørt nú. Og tað góða er, at føroyski búskapurin og almenni kassarnir hava eitt sera gott útgangsstøði fyri at gera nakað við málið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…