Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunning viðvíkjandi parkinson og coronavirus

SKRIVAÐ: Parkinsonfelagið  |  17.03.2020 - 07:44 Tíðindi

Ein partur av limum okkara eru millum tey elstu í samfelagnum samstundis sum tey hava parkinson, ið er ein kronisk sjúka. Tí eru hesi í vandabólki, sum merkir at verða hesi smitta við coronavirus kann roknast við at hesi fáa verri sjúkratekin (symptomir) enn miðal frísk fólk fáa.

Eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum mæla vit tí til at eldri fólk við parkinson ikki luttaka í almennum tiltøkum. Eldri fólk við parkinson verður mælt frá at luttaka í skipaðum venjingarbólkum og øðrum líknandi tiltøkum.
 
Av ótta fyri smittuvanda hevur Parkinsonfelagið, sum áður lýst,  avgjørt at útseta aðalfundin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars. Felagið hevur ikki ásett nær aðalfundurin verður hildin, men vit fylgja við støðuni hvussu smittugongdin í Føroyum verður.
 
Tað er eingin orsøk at halda at fólk við parkinson annars eru meira útsett fyri Coronavirus enn onnur fólk. Tí eru ráðini sum heilsumyndugleikarnir í Føroyum mæla fólki til at fylgja -eisini galdandi fyri fólk við parkinson.
 
-----
 
Reinføri og ráð:
 
Nýggj coronasmitta spjaðir seg oftast, har nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja hesum ráðum.
 
Vaska tær væl og ofta um hendurnar.
Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar.
Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis.
Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
Kennir tú teg sjúka ella hevur sjúkueyðkenni, ver so heima, soleiðis at tú ikki smittar nakran
 
Reinføri á arbeiðsmarknaðinum
Gott reinføri er týdningmikið, og hetta er eisini galdandi á arbeiðsplássinum.
Vaska tær væl og ofta um hendurnar, halt fyri munn og nøs, tá hostað ella njóst verður, og hosta ella njós í ermuna heldur enn í hondina. Jú oftari, tú vaskar tær um hendurnar, jú betur.
 
Um lummaturriklæði, eingangs ella ikki, verða nýtt, eiga fólk at beina tey burtur forsvarliga og síðani aftur at vaska sær væl um hendurnar.
 
Minst eisini til at spritta og/ella vaska telefon, knappaborð, teldu, skriviborð og aðrar yvirflatur fyri at minka um smittuvandan.
 
PARKINSONFELAGIÐ
www.parkinson.fo
 
 
https://parkinson.fo/news/203/kunning-vidvikjandi-parkinson-og-coronavirus†

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum