Lýsing
Lýsing
Lýsing

Effo tillagar virksemið á støðunum í samband við Corona virus

SKRIVAÐ: EFFO  |  18.03.2020 - 15:40 Tíðindaskriv Vinna

Sølan av brennievni heldur ótarnað fram, men sølubúðirnar lata aftur komandi dagarnar.

Í sambandi við Corona virus, Covid 19 og tilmælunum frá landsins myndugleikum, hevur Effo tikið avgerð um at tillaga virksemið á Effo støðunum kring landið.

Tilmælini frá landsins myndugleikum eru skerpað nógv seinastu tíðina. Neyðugt er at taka øll tilmæli í álvara og at verja bæði starvsfólk og viðskiftafólk fyri smittuvanda og smittuspjaðing.

Effo hevur tískil tikið avgerð um ikki at taka ímóti kundum inni í støðunum, men tað fer tó at vera møguligt at keypa brennievni alt samdøgrið úti við pumpurnar við gjaldskortið.

”Vit ynskja við hesum at ganga tilmælunum um at avmarka smittuvandan á møti, samstundis sum vit eru við til at halda samfelagshjólunum koyrandi, ið og við at tað framhaldandi ber til at keypa brennievni eins og áður”, sigur Janus Thomsen. Hann leggur samstundis afturat, at tað ikki er neyðugt at leggja inn undir seg (hamstra), tí tað er nokk av brennievni í landinum og at oljuveitingin til Føroyar heldur ótarnað fram.

Somuleiðis heldur øll oljuveiting til húsarhald, skip og vinnu fram ótarnað.

Støðirnar hava opið sum vanligt í dag, 18. mars, og fær broytingin sostatt virknað frá í morgin, 19. mars og stendur við til og við 31. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…