Lýsing
Lýsing
Lýsing

SMS hevur virksemi koyrandi

SKRIVAÐ: SMS  |  19.03.2020 - 21:00 Tíðindaskriv Vinna

Í gjár kunngjørdi SMS, at tey vildu gera sítt fyri at steðga koronasmittuni við at steingja húsið fram til 31. mars, men hóast hetta, so er enn gongd í húsinum.

-       Handlarnir hava enn opið, men hetta á netinum ella telefonini, heldur enn í sjálvum húsinum, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri.

Eitt nú hevur Burger King bert Drive-through opið, handlarnir, sum hava nethandil, hava flutt alt sítt virksemi yvir á netið, og teir, sum ikki hava nethandil, avgreiða søluna gjøgnum telefon ella teldupost og senda vøruna heim til fólk.

 

-       Fólk hava tikið væl ímóti átakinum og eru skiljandi, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Regin. Tað er nevnliga umráðandi, at vit halda áfram sum vanligt, hóast dyrnar ikki eru opnar sum vanligt, og soleiðis nýtist hendan sjúkan ikki at fáa størri avleiðingar, enn neyðugt. Handilseigararnir gera eisini sítt til, at viðskiftafólkini fáa tí tænastuna, tey eru von við, við at koyra landið runt við vørum.

Allir handlarnir í SMS eru stongdir fyri vitjandi, men Miklagarður hevur opið sum vanligt.

-       Í Miklagarði hava vit gjørt ymiskar broytingar fyri at minka um smittuvandan, so sum at steingja salatbarrina, nøtubarrina, blandað bomm osfr., og at klistra merki á gólvið, so fólk halda røttu frástøðu, tá tey standa í bíðirøð, sigur Regin og heitir annars øll viðskiftafólk á at hava gott handreinføri og at gjalda við gjaldskorti og líknandi, um gjørligt.

Fyri at fáa nærri kunning um handlarnar, og hvussu ein fær samband við hesar, ber til at fara inn á sms.fo og fáa telefonnummur, teldupostadressur og heimasíður hjá handlunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…
Gaston gjørt sáttmála til og við 2027
Hanna: Hóast broytingar skal Fleyr vinna…
Norebo JSC: Føroyskir politikarar vilja…
Ársmøti hjá Kirkjuliga Missións­felagnum
Epli og gularøtur av Sandi