Lýsing
Lýsing
Lýsing
Har sum fjøllini eru høg, eru flestu skýggini og stytst millum ælini. Hetta sæst væl høgrumegin á myndini. Langa og stóra skýggið, ið sæst á myndini, hevur tikið seg upp í Norðureysturoy og Norðurstreymoy, har sum fjøll eru høg. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Útsynningur allan dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.03.2020 - 10:26 Tíðindi Veðrið

Eitt lot úr útsynningi í dag. Veðurstøðirnar siga frá vindferð úr 1 m/s (Kirkja) upp í 12 m/s (Nólsoyar viti)

Tað er ælaveður, og hitin liggur um 6 – 7 stig.

Luftin kemur til okkara av leiðunum við Asorurnar. Tá ið hon er komin norð til okkara, er hon kølna eitt sindur og vorðin eitt sindur slavnari (vátari). Ælingarnir eru ikki úr nørkum brúgvalagi, men eru tí at luftin er tvungin upp um fjøll, tá ið hon raka Føroyar. So kølnar hon, mettast við vætu – og so koma skýggj og avfall.

Har sum fjøllini eru lág, eru færri ælingar, enn har sum fjøllini eru høg.

Luftrákið av útsynningi heldur fram allan dag. Vindferðin um 5 til 10 m/s og ælaveður. Hitin allan dag um 6 – 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…