Lýsing
Lýsing
Lýsing

Morten Helwig heldur fram í EB

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2020 - 21:55 Ítrottur Tíðindi

Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum.

Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021.

Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Morten hevur gjørt hetta fyrsta árið, og tað hevur leingi ligið í kortunum, at sáttmálin fór at verða longdur. Í samrøðu við heimasíðuna sigur Morten seg hava verið sera glaðan fyri tíðina hann hevur verið í Føroyum, og er sera fegin um at hann fær møguleikan at halda fram.

Morten gleðir seg at byggja víðari á tað grundarlag sum er lagt í ár, og sær nógvar møguleikar fyri menning, bæði hjá einstøkum leikarum og felagnum sum heild. Ein longri samrøða við Morten verður at lesa á heimasíðuni í vikuskiftinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…