Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri Banki: Enn ein av tryggastu bankunum í ríkinum

SKRIVAÐ: Betri  |  27.03.2020 - 09:34 Tíðindaskriv Vinna

Betri Banki er framhaldandi millum tryggastu peningastovnar í danska kongaríkinum, og gjaldførið er sera gott. Solvensurin er nú uppi á 26,9%. Hetta vísir roknskapurin hjá bankanum fyri 2019.

“2019 var eitt búskaparliga gott ár í Føroyum, og úrslitið hjá bankanum er merkt av hesum, umframt at vit fingu bøtt um okkara grundrakstur. Men fyri at leggja upp fyri nýggjum fíggjarkrøvum frá myndugleikunum umframt møguligum avleiðingum av korona-farsóttini, verður onki vinningsbýti hesaferð latið til móðurfelagið. Vit eru heppin at hava tolnar eigarar, sum hava eitt øðrvísi og hægri endamál við síni íløgu enn bara at forvinna pengar,” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka. 

"Úrslitið á góðar 100 mió. kr. verður í staðin nýtt til at tryggja bankan, so møgulig búskaparlig sveiggj ávirka kundar okkara sum minst,” sigur Jean Djurhuus.

Sum føroyskur SIFI-peningastovnur hevur Betri Banki, saman við hinum SIFI-peningastovninum í Føroyum, tó fingið munandi herd kapitalkrøv frá myndugleikunum – krøv, ið eru væl harðari enn krøvini til líknandi danskar bankar. Talan um avbjóðandi krøv, bæði í mun til lønsemi og útlánsvirksemi. Økt kapitalkrøv gera, at tað verður dýrari at reka bankan, og at møguleikarnir at veita ávísum kundum fígging verður avmarkað. Bankin hevur í fleiri umførum heitt á føroysku myndugleikarnar at umhugsa, hvørt so umfatandi kapitalkrøv eru neyðug til rakstur av peningastovnum í Føroyum, og serstakliga í hesum døgum, tá tað er ein stór avbjóðing at halda samfelagshjólini malandi.

Betri Banki er partur av størsta føroyska fíggjarsamtakinum, Betri, sum kundarnir eiga. Fíggjarsamtakið umsitur m.a. Betri Stuðulsgrunnin, sum nýtir partar av yvirskotinum í Betri at veita stuðul til føroyska samfelagið.

Árið í stuttum:

·         Ársúrslitið: 102,8 mió. kr. 

·         Úrslitið áðrenn skatt: 124,8 mió. kr. 

·         Fíggjarstøðan javnvigar við 9.387 mió. kr. 

·         Útlán: 6.297 mió. kr. 

·         Innlán: 7.414 mió. kr.

·         Eginpeningur: 1.723 mio.kr. 

·         Solvensurin við árslok er 26,9%

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár