Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kølin luft rekur ímóti oyggjunum vestaneftir og úr útnyrðingi í dag. Í kvøld norðan. Høgumegin á myndini sæst, hvat hendur, tá ið luftin rakar høgu oyggjarnar. Hon verður tvungin uppeftir, og so er avfall - regn ella kavi. | Mynd: Vørn (www.vedrid.fo)

Frískt lot í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.03.2020 - 10:10 Tíðindi Veðrið

Í dag fer at kølna eitt sindur. Luftrákið hevur verið av vestri í nátt, men er nú við at flyta seg upp ímóti útnyrðingi seinnapartin, og upp í norðan í kvøld.

Luftin kemur av innlandsísinum í Eysturgrønlandi.

Hitamátarar Vørns siga frá 4 – 6 stigum, men tað fer at kølna 1 – 2 stig í dag.

Vindferðin er um 10 til 15 m/s, og soleiðis fer at vera allan dag. Hetta er miðalvindur fyri alt landið. Mesti vindur norðanfyri; minsti vindur eystanfyri og sunnanfyri.

Í dag kunnu væntast æl við regni ella kava.

Veðrið næstu dagarnar fer at vera nokkso støðugt.

Eitt hátrýst er við at plaserað seg sunnan fyri Ísland. Tað fer at forða lágtrýstum við vindi og regni at nærkast Føroyum 4 – 5 teir næstu dagarnar.

Ættin hetta til týsdagin fer at vera ímillum vestan og norðan, og vindferðin, eftir at hon er minkað í kvøld, fer at vera undir 10 m/s. Tað fer at vera løtur við avfalli næstu 4 – 5 dagarnar. Ælaveður í dag við regni og/ella kava – eisini í morgin, leygardagin. Sunnudagin fyri tað mesta turt; mánadagin og týsdagin aftur ælaveður við regni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár