Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skorheim: Skipini eru vælkomin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2020 - 10:19 Tíðindi Vinna

Í gjár varð ført fram, at russisk skip ikki sluppu til Klaksvíkar longur. Órógv byrjaði at spreiða seg, og spurningurin, um hetta var soleiðis, hevur verið umrøddur á sosialu miðlunum.

Í viðmerking til Norðlýsið, sigur borgarstjórin, at øll tey russisku skipini eru vælkomin til Klaksvíkar, og at tað als einki hald er í, at vit ikki vilja hava nakað rusiskt skip til Klaksvíkar.

- Fyri at eingin misskilijing skal vera, so havi eg í morgun tosað við stjóran á Faroe Ship, Boga Nielsen, og gjørt púra greitt, at skipini eru vælkomin til Klaksvíkar. Her er óivað talan um eina misskiljing, men sum nú er beind av vegnum.

- Tað, sum vit hava sagt, er, at tá skipini Karelia, Yantarnyy, Arctica og Pavel Kutakhov í framtíðini koma til Klaksvíkar Havn, skulu hesi skip, um tað á nakran hátt er gjørligt, liggja á oljuhavnini við Grótrætt. Vit eru væl vitandi um, at tað ikki altíð er møguligt, og tí er eisini møguligt at leggja hesi skip í Norðhavnini, um tørvur er á tí, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Nógv vinnuligt virksemi er í løtuni á oljukajini, har millum annað Bakkafrost hevur fingið øki frá kommununi til nýggja landstøð og bátahyl, og eisini fer Kanjon undir at gera pirin í stand aftur, upplýsur borgarstjórin, og tí fara russisku skipini í størri mun at liggja á Norðhavnini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár