Norðhús byggir meira á Norðoyri
fyrr í ár visti Norðlýsið at siga frá, at Norðhús fór undir at byggja seks nýggjar íbúðir úri á Oyri. Íbúðir, sum longu vóru í ætlanunum hjá Norðhús tá fyrsta íbúðarbyggingin har fór av barkastokki.
Hendan ætlanin, sum var tikin upp aftur seinasta heyst fekk so góða undirtøku, at longu nú er ætlanin broytt til at Norðhús fer undir at byggja seks íbúðir afturat.
Hjalti Josephsen, stjóri sigur, at tær fyrstu seks íbúðirnar, sum allar eru umbidnar verða lidnar um ársskiftið, gongur alt eftir ætlanini. Tær næstu seks skulu eftir ætlan standa lidnar um eitt ár, har á leið.
Hjaltur Josephsen sigur víðari, at tá undirtøkan var somikið stór til fyrstu ætlanina, keypti Norðhús eitt grundøki afturat. Hetta opnaði fyri møguleikanum at byggja eina íbúðarlon av sama slag afturat, soleiðis at ætlanin nú umfatar 12 nýggjar íbúðir á Oyri. Men, sigur hann, at møguleiki eisini er at byggja nakað afturat, um áhugi er fyri tí.
Íbúðirnar, sum nú verða bygdar á Oyri líkjast teimum, sum eru bygdar frammanundan, tó hava vit sjálvandi lært nakað av tí byggingini og hava tí gjørt ymsar smávegis broytingar. Hvør íbúðin er um 80 fermetrar við einum duri, tveimum sovirúmum, einum wc og baðirúmi og so køkur og uppihaldsrúm í einum, harafturat hava niðaru íbúðirnar eina terassu uttanfyri, ímeðan ovaru íbúðirnar hava altan. Harafturat er eitt úthús, sum fólkini kunnu velja at hava sum hjall ella sum tættan skúr til súkklur og annað.
Um onkur er, sum hevur áhuga, so er at venda sær til Hjalta Josephsen á Norðhús.