Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frægari upsafiskiskapur enn árini frammanundan

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.03.2020 - 16:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Andor Isaksen, skipari á partrolaranum Baki. Bakur partrolar við Stelki. Vit fingu fatur á Andor Isaksen fyri løtu síðani. Hann er umborð á Baki, sum í løtuni roynir eystanfyri eins og flestu upsabátarnir.

Vit fóru út fríggjadagin í síðastu viku og rokna við at landa veiðuna týsdagin í komandi viku. Fiskiskapurin hevur verið hampuligur, vit hava í løtuni um 300 kør, (um 280 kg. eru í karinum).

Tað sum fari er av árinum, hevur hildnast hampuliga væl. Vit hava fingið meira higartil í ár enn vit hava fingið í fleiri ár frammanundan, sigur Andor Isaksen, og leggur afturat: Vit hava fyri tað mesta roynt eystanfyri, á Fugloyarbankanum, Nólsoyarbankanum og Sandoyarbankanum. Í januar gjørdu vit tó onkran túrin vestur úr Mykinesi. Eg haldi at tað sær eisini betur út við upsafiskiskapinum frameftir, tí upsin vit hava fingið í ár hevur verið góður stórur gýtingarupsi, hetta er upsi, ið vit í veruleikanum ikki hava sæð í fleiri ár. 

Annars er eitt sindur trupult hjá okkum at royna, tí so nógvar friðingar verða gjørdar. Júst í morgun hava teir stongt á Munkagrunninum, tað sýnist sum um at stongt verður hvørja ferð vit fáa eitt sindur av fiski, sigur Andor Isaksen, skipari á Baki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johan Dahl verður løgtingsfor­maður
Hesi verða lands­stýris­fólk
Mars – lýggjur og vátur
Fríðin: KÍ venur til Evropa
Stórur áhugi fyri framtíðarætlan­ini BHS2…
Bókaframløga: Øll lúgva fyri leiðara­num…
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár