Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrstu ferð í 1966

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  05.04.2020 - 17:04 Ítrottur Kykmynd Tíðindi

Finalan um ísafjarðarsúluna í 1966 var í Sarpugerði í Norðragøtu. Hetta gjørdist fyrstu ferð, at KÍ vann steypakappingina í føroyskum fótbólti. 

Niðanfyri kann samandráttur frá KVF hoyrast. Hetta var fyrstu fer, at KÍ vann steypakappingina og fyrstu ferð, at KÍ vann greipuna. Tá tað kemur til málini, so skaraðu Olvheðin Jacobsen (trý mál) og Steinbjørn Jacobsen (trý upplegg) framúr. Tað er Jógvan Arge sum sigur frá. KVF eigur upptøkuna og myndin á youtube er úr KÍ-bókini Bóltspøl millum Klakk & Kjøl. 

 


KÍ-HB 4-2 (1-1)

1-0: Olvheðin Jacobsen (Upplegg: Steinbjørn Jacobsen)

1-1: Egga Jensen (Upplegg: Petur Sigurð Rasmussen)

2-1: Olvheðin Jacobsen (Upplegg: Steinbjørn Jacobsen)

3-1: Jóannes Jacobsen (Upplegg: John Sigurd Joensen)

4-1: Olvheðin Jacobsen (Upplegg: Steinbjørn Jacobsen)

4-2: Egga Jensen

KÍ-liðið hendan dagin var hetta: Janus Isaksen - Karl Gudmund Henriksen, Ólavur Thomsen, Andras Mikkelsen, Eyolvur Joensen, Olvheðin Jacobsen, Magnus Kjelnæs, John Sigurd Joensen, Steinbjørn Jacobsen, Jóannes Jacobsen - Páll Sigmund Sørensen. Á bonkinum: Heðin Baldvinsson.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Birita í Filmsfelagnum
Gildistíðin á loyvunum verður hækkað
Fagraberg farin til fiskiskap
Samgonguskjalið lagt fram í Løgtinginum
Beinir Johannesen verður løgmaður
Wenzel Nordic Cup 2026 – Hondbólts­skúli…
Stór føroysk bókaútsøla
Nýggj list avdúkað á Miðnámi á Kambsdali
ABC býta málsøkini soleiðis
Sambands­flokku­rin fær fiski­vinnumál
Løgtingið verður sett mánadagin 13. aprí…
Kári Sverrisson: Hvørjum stuðla vit?
Karolina Ejlersdóttir Sørensen nýggjur l…
SKA- Emmaus 90 ár
KÍ er fremst í kvinnu­deildini
Konfirmatiónsguds­tænasta í Hvannasunds k…
Hugnaløta í Christians­kirkjuni fríggjada…
Útflutningsvirðið hjá føroysku ferðavinn…
Stakkavík rokast norð­anfyri
Námsvísinda­ligur granskingardagur 24. ap…