Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flokksmannadagur 2020

SKRIVAÐ: Johan Mortensen  |  06.04.2020 - 10:58 Tíðindi

KVF sendingin “Onki Eitur Klokka” var ein sera hugtakandi og góð sending um Fugloynna. Ein mynd av einum samfelag sum er komið á gravarbakka, eitt samfelag sum verður neyvan lívið lagað um ikki verdur tilflyting av yngri fólki og at tað frá almennari síðu verða gjørd tiltøk at eggja fólki at búseta seg á okkara vøkru útoyggjum.

Føroyar fara væntandi at lata upp spakuliga eftir Páskir, men tað verður neyvan í bræði at vit fara at taka upp okkara ferðingarmynstur við ferðum suðureftir og mugu vit hetta summarið uttan iva í stóran mun ferðast heima hjá okkum sjálvum og tað er eisini mikið gott.

Tríggjar ferðir hava tað verið Flokksmannadagur úti í Hattarvík. Sera væleydnaði og væl fyriskipaði tiltøk har tú sær harðbalnu náttúruna í Fugloy. Tá fólk koma móð og svong oman av Eystfelli bíðar teimum eitt gott borðhald fyriskipað av okkara fræga Gutta Winther har hann steikir lambakjøt eftir fornum víkingasiði og við hópin av gastronomiskum brellbitum og serbryggj frá Føroya Bjór, góður felags sangur, ringur verður sligin og annars samvera og prát og tú hittir fólk tú ikki áður hevur møtt. Dagurin endar við litlari samkomu í vøkru kirkjuni.

Tað er tí gleðiligt at frætta í hesum depressivu coronadøgum at fyriskiparin Símun Gullaksen aftur í ár fer undir ein Flokksmannadag og verður hann væntandi 04 Juli.

Eg havi sett x í kalendaran og er tað at vóna at tá summarið kemur hava vit bast ella tálma coronu sóttini so slík tiltøk kunnu haldast. Eg ivist ikki í at undirtøkan fyri Flokksmannadøgum í 2020 verður stór. Slík tiltøk kveikja og menna áhugan fyri  Fugloynni og okkara útoyggjum yvirhøvur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…