Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klakkur á veg yvir til Eysturgrønlands

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.04.2020 - 16:57 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Eftir stutta túrin undir Føroyum, fór Klakkur av Klaksvík í gjár, mikudagin 8. apríl. Málið er Eysturgrønland, har teir fara at royna eftir toski.

Klakkur er mest framkomna línuskipið í føroyska línuflotanum og hevur møguleikar at skera til flak og frysta, ella eisini at rundfrysta toskin.

Bethuel Johannesen, ið er heima hendan túrin sigur, at orsakað av óvissuni um marknaðin, blívur ikki skorið til flak hendan túrin. Haraftur í móti, verður toskurin frystur rundur H/G, sum tað eitur á fákmálinum, toskurin verður frystur avhøvdaður. Framleiðslan verður seld til víðari framleiðslu á landi.

Um líkindini fyri fiskiskapi nú, sigur Bethuel, at ein norskur og ein grønlendskur línubátur eru har á Heimlandsrygginum, teir hava havt hampuligan fiskiskap. Hetta er sunnari enn vit plaga at royna. Longur norðuri verður ikki latið upp fyrr enn 1. juni. Línubátarnir á Heimlandsrygginum hava møtt nakað av ísi har nú.

Hvussu langur túrurin hjá Klakki verður, er ilt at spáa um nú, tí tað veldst um hvussu fer at gangast við fiskiskapinum, sigur Bethuel Johannesen at enda.

16 mans eru við Klakki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival